Eirikur Lindenskov
– At ikki er lagt upp fyri prís- og lønarvøkstri hjá kringvarpinum øll hesi ár hevur havt stórar avleiðingar við sær. Starvsfólkahópurin er nærum minkaður niður í helming og stovnurin hevur ikki havt møguleika at fremja neyðugar íløgur.
Soleiðis siga tær báðar løgtingskvinnurnar, sum hava lagt uppskotið fram um at bøta um korini hjá Kringvarpinum. Í minnilutaálitinum frá Mentanarnevndini siga tær víðari:
– Hetta hevur sæst beinleiðis aftur í vantandi og óstøðugari framleiðslu av sjónvarps- og útvarpstilfari og harvið hevur støðugt verið máðað burturav ætlanini við og innihaldinum í public service sáttmálanum. Endamálið við uppskotinum er eisini at gera enda á óskilinum, sum í mong ár hevur valdað, í mun til lýsingar og sponsorar hjá ávikavist kringvarpinum og privatu miðlunum. Til tess at tryggja redaktionella frælsið hjá kringvarpinum er ætlanin at banna lýsingum og sponsorum í almenna public-service miðlinum, sum frammanundan verður fíggjaður við kringvarpsgjaldi.
Við at lata lýsingarmarknaðin yvir til teir privatu miðlarnar at kappast á bøta vit vónandi eisini um teirra umstøður og grundarlagnum undir einum fjølbroyttum og nýskapandi miðlatilboði frameftir – fólkaræði, máli og mentan Føroya at frama.
Undir nevndarviðgerini var greitt, at allir hoyringspartar ynskja almenna kringvarpinum góðar umstøður at virka undir.
Eisini var breið undirtøka fyri at lata privatu miðlarnar um at kappast um lýsingar.
Bæði kringvarpið og privatu miðlarnir lótu væl at hugmyndini um, at mvg’ið fellur til kringvarpið, um so er, at lýsingar/sponsoring verða bannað. Onkur umrøddi eisini møguleikan at fíggja Kringvarpið umvegis skattin, meðan onkur frá privatu miðlunum róði framundir, at tað rættasta var at stuðla privatu miðlunum beinleiðis við útberingar/útbreiðslustuðli. Til dømis við inntøkunum frá sjónvarpslýsingum, sum uppskotsstillararnir ynskja at marka til demokratistuðul.
Undir nevndarviðgerðini varð framleiðslan í kringvarpinum samanborin við lokalu sjónvarpsrásina TV2 í Bornholm. Ført varð fram, at starvsfólkatalið og inntøkugrundarlagið eru ájøvn teimum føroysku, men at talið av vístum upprunaframleiddum sjónvarpstímum var væl hægri á Bornholm.
Eftir hoyringina fingu nevndarlimir sendandi Public-service roknskapin hjá TV2 Bornholm. Minnilutin heldur tað vera gott at kanna, hvussu peningurin verður brúktur, og hvussu hann kundi verið betri brúktur.
Men minnilutin metir ikki, at til ber at samanbera hesar báðar miðlar – lokalu donsku støðina, sum einans hevur sjónvarpsframleiðslu, og føroyska tjóðarkringvarpið, sum bæði framleiðir til útvarp, sjónvarp og internet. Havandi í huga ymsu fortreytirnar, og ikki minst, endamálini, er lítið gagnligt ókritiskt at samanbera støðirnar báðar.
Public-service krøvini til kringvarpið eru munandi meira umfatandi enn krøvini til lokalu donsku støðina, sum einamest fæst við lættari, endurgevandi sjónvarpstilfar. Kringvarpið skal hinvegin røkja alla tær skyldur, sum líknandi landsumfatandi public-service støðir eru bundnar av, so sum DR, NRK og BBC.
Tað veri seg við tíðinda- og dokumentartilfari, har farið verður í dýpdina við dygdargóðum upprunatilfari til børn, fjølbroyttum og umboðandi mentanartilfari, ítrótti og risastórar verkætlanir, so sum nýggjárskonsertir, ólavsøka og steypafinalur, har tað lættliga eru 30 starvsfólk atknýtt yvir fleiri dagar. Tað er alstórur munur á hópframleiddum lokalum smásøgum, har dagsins høvuðssøga er fyrstu jarðberini, og so til dømis hósdagsdokumentarin hjá kringvarpinum, har eitt evni
verður lýst og viðgjørt í dýpdini. Ein slík sending á ein tíma tekur fleiri vikur at framleiða hjá einum hópi av fólkum og tað sæst eitt nú á rullutekstinum, hvussu nógv starvsfólk eru uppií framleiðsluni.
Slíkar sendingar krevja drúgvar fyrireikingar, viðgerð, greinan og redigeran av tilfarinum.
Sostatt hevur føroyska kringvarpið serligar skyldur í mun til fjølbroytni, breidd, dýpd og dygd, meðan lokala danska støðin kann senda lætt og fólksligt allan sólarringin. Dygd kostar. Tí er alneyðugt, at kringvarpið hevur ráð at lyfta uppgávuna.
Samstundis tørvar okkum ein orðaðan miðlapolitikk, so vit javnt og savnt eru dagførd á miðlaøkinum. Kringvarpið er spart inn á bein seinastu árini. Hópin av starvsfólki eru send til hús, rationaliseringar og umskipanir eru framdar. Ein roknskaparvilla elvdi seint í 2012 til milliónasparingar og hópuppsagnir, umframt at flytingin og sameiningin uppi í Sortudíki hevur verið kostnaðarmikil fyri stovnin.
Hóast hetta eru tekin um, at kringvarpið longu er við at finna eina nýggja javnvág og støðugleika og gongd er nú komin á størri framleiðslu.
Sum skilst verður avlop á rakstrinum fyri 2013.
Hóast vit mangan finnast at kringvarpinum, eru vit í minnilutanum av teirri fatan, at vit sum land og fólk eiga at standa saman um eitt alment kringvarp. Vit eiga at raðfesta og harvið lyfta kringvarpið, so tað kann gerast tann stovnurin, sum framum aðrar umboðar ta samanhangsmegi, sum tørvur er á í einum nútímans demokratiskum vælferðarsamfelagi.
Minnilutin harmast tí almikið um partar av orðaskiftinum undir 1. viðgerð, sum tók eina løgna vend, ið eftir okkara fatan als ikki sømir seg einum framkomnum vesturlendskum fólkaræði.
Brádliga snúði orðaskiftið seg ikki um, hvussu vit skapa betri karmar fyri okkara alra kringvarp, men um vit yvirhøvur skulu hava eitt kringvarp í Føroyum;
Í ramasta álvara mæltu ávísir samgongu tinglimir til at avtaka føroyska kringvarpið! Minnilutin øtast um hesar hóttanir móti einum av fólkaræðisligu grundarsteinunum.