Vilja býta Gibraltar millum sín

Bretska fólkaatkvøðan kann fáa avleiðingar fyri politiska støðuna á hálvoynni Gibraltar. Lítla samfelagið sunnast í Spania, ið hoyrir til Bretland, hevur í fleiri árhundrað verið orsøkin til eitt ognarstríð millum Bretland og Spania vegna sína strategisku støðu við munnan til Miðjarðarhavið.


Støðan millum londini hevur verið spent síðstu árini, og allir kjansir hava verið brúktir fyri at vinna hevd yvir hálvoynna. So tað er ikki óvæntað, at tað einans tók sponsku stjórnini nakrar fáar tímar at royna at brúka bretsku fólkaatkvøðuna til sín fyrimuns.


Heili 96 prosent av íbúgvunum í Gibraltar atkvøddu fyri at verða verandi, men lítið nyttaði, tí samlaða atkvøðugreiðslan noyðir íbúgvarnar úr ES saman við restina av Stóra Bretland.


Tað fekk José Manuel García-Margallo, spanska uttanríkisráðharran, at nýta møguleikan at fremja sponsk áhugamál við at siga, at tíðin er búgvin til eina nýggja politiska skipan fyri hálvoynna.


- Vit eru í eini heilt nýggjari støðu, ið letur upp fyri nøkrum nýggjum møguleikar í Gibraltar. Møguleikar, ið vit ikki hava havt í longri tíð. Eg vóni at frymilin fyri felags yvirræði – fyri at gera tað greitt, tað spanska flaggið á Klettinum (vanligt heitið um Gibraltar, red) – er nógv nærri enn nakrantíð áður, segði uttanríkisráðharrin við eina spanska útvarpsstøð fríggjadagin.


Í samrøðuni greiddi uttanríkisráðharrin frá, at Spania ætlar at heita á Bretland um ikki at hava Gibraltar við í samráðingunum um at fara úr ES, men heldur samráðast við Spania um felags yvirræði, ið at enda skal leiða til, at hálvoyggin verður handað yvir til Spania.