Vilja avtaka 8 løgtingslimir

VALSKIPANIN: Nú fara tinglimir úr fleiri flokkum at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skerja talið á løgtingslimum

- Tað er ov nógv at hava 33 løgtingslimir í einum lítlum landi sum Føroyum.
Tað halda løgtingslimir úr fleiri flokkum.
Og teir ætla at seta gerðir aftanfyri orðini, tí á einum at fyrstkomandi løgtingsfundum fara teir at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skerja talið á løgtingslimum ein fjórðing.
Ein av fyrstu døgunum verður sostatt eitt uppskot lagt fyri Løgtingið um at skerja talið á løgtingslimum úr 33, sum tað er nú, niður í 25.
Tað er Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum er stigtakari til hetta. Men hann sigur, at hann er ikki einsamallur um at hava hesa meiningina.
Tískil verða tað eisini tinglimir úr fleiri flokkum, sum fara at leggja tað fyri Løgtingið.
Akkurát hvørjir tinglimirnir verða, sum fara at legja uppskotið fram, dugir hann ikki at siga beint nú.
- Men tað verða kanska einir fýra ella fimm løgtingslimir, sum fara at leggja tað fram í felag.
Kortini leggur hann afturat, at tinglimir úr Tjóðveldi og Fólkaflokkinum hava víst uppskotinum áhugað og eru sinnaðir at leggja tað fram í felag. Kanska verða aðrir við eisini.

Úr 33 niður í 25
Bjørn Kalsø sigur, at uppskotið snýr seg einans um at skerja talið á løgtingslimum niður í 25.
- Endamálið við hesum uppskotinum er hvørki at viðgera spurningin um, hvussu nógv valdømi skulu vera, ella at viðgera spurningin um javnstøðu á tingi, sigur hann.
Men hvussu eru tit komin til, at akkurát 25 tinglimir er tað rætta talið?
- Tað liggur ikki nøkur djúpari útrokning um tað. Fyri mína skyld kann tingmannatalið verða lækkað niður í 23 ella 27.
Men Bjørn Kalsø leggur afturat, at Føroyar eru eitt so lítið land, at tað er skjótt og lætt at koma runt. Og nú, vit hava broytt vallógina, haldi eg, at tingmannatalið eisini eigur at verða lækkað.
- Verða tað færri tinglimir, verða teir, sum eftir eru, sjónligari og tað verður lættari hjá veljarunum at fylgja við í politiska arbeiðnum.
Men Bjørn Kalsø hugsar eisini um hetta sum eitt sparitiltak.
- Tað er ónetaliga dýrt at reka hetta samfelagið og samstundis tosa øll um at rationalisera og effektivisera. Og verða tað færri tinglimir, verður tað kanska eisini lættari at avmarka talið á landsstýrisfólkum.
Hinvegin heldur hann, at vit eiga heldur ikki at ganga fólkaræðinum ov nær við atg skerja tingmannaralið ov nógv.
- Verða tað ov fáir tinglimir, er vandi fyri at ymsar hugsjónir í samfelagnum ongantíð fáa eina rødd á tingi og tað er óheppið fyri fólkaræðið.
Vera átta tingfólk færri, fer tað kanska at spara einar fýra milliónir krónur.
Allur høvdu mist

Hevði uppskotið um at skerja talið á tinglimum niður í 25, verið galdandi á seinasta løgtingsvali, høvdu allir flokkarnar mist tingsessir.
Petur Zachariasen, hagfrøðingur, hevur roknað út, hvussu tingmannabýtið hevði verið í Løgtinginum í dag við 25 tinglimum. Hann hevur eisini brúkt nýggja útrokningarháttin, sum varð samtyktur fyrr í ár.
Ùrslitið er, at tingmannabýtið verið soleiðis. (Talið í klombrum vísir, hvussu nógv, hvør einstakur flokkur hevði mist).
A:5 (mist 2)
B:6 (mist 1)
C:5 (mist 1)
D:1 (mist 1)
E: 6 (mist 2)
H: 2 (mist 1)
L: 0

8 høvdu rokið

Hevði uppskotið um 25 tinglimir, verið galdandi í dag, høvdu hesi ikki sitið á tingi í dag
Fyri A: Jógvan á Lakjuni og Poul Michelsen
Fyri B: Rósa Samuelsen
Fyri C: Katrin Dahl Jakobsen
Fyri D: Kári P. Højgaard
Fyri E: Tórbjørn Jacobsen og Hergeir Nielsen
Fyri H: Jenis av Rana

Kortini skal viðmerkjast, at politikarar, sum taka sætið í Landsstýrinum, kunnu ikki eisini hava sæti á tingi. Tí tey flestu av hesum kortini sitið á tingi í dag. Sum samgongan sær út í dag, hevði einasta broyting verið tann, at Eyðgun Samuelsen, og Jaspur Vang høvdu mist sæti sum tiltakslimir. Tað høvdu Heðin Zachariasen og Óli Breckmann eisini. Jenis av Rana hevði heldur ikki sitið á tingi í dag.
øll hini sitið sum eykafólk fyri landsstýrisfólkini hjá teimum ymsu flokkunum.
Úr Andstøðun kann eisini staðfestast, at tveir floksformenn høvdu ikki sitið á tingi í dag, nevniliga Kári P. Højgaard og Jenis av Rana. Tað er eisini vert at leggja til merkis, at tingmaður við hægstu tignini, løgtingsformaðurin, Hergeir Nielsen, hevði eisini fallið.