Vilja avmynda eldri fólk

Fríggjadagin letur upp framsýning við myndum av eldru fólkum

 

Norðurandahúsið verður í tíðarskeiðinum frá 4. september til 4. oktober karmur um framsýningina, Eyes as Big as Plates.

 

Eyes as Big as Plates er ein verkætlan, ið Riitta Ikonen úr Finnlandi og Karoline Hjort úr Noreg hava gjørt í samstarvi við eldi fólk úr øllum Norðurlondum. Her í millum eru pensjóneraðir bóndur, djórafrøðingar, mostrar og fastrar, blikksmiðjur, operatónleikarar og 90 ára gamlir fallskíggjaleyparar. Á framsýningini verða myndir við eldri fólkum úti í náttúruni í klødd hugfloygdum búnum, ið eru gjørdir úr tilfari frá náttúruni.

 

Í sambandi við framsýningina bjóða listafólkini handan framsýningin seg fram at taka myndir av eldri føroyskum fólkum.