Vilja avmarka parkering leygardagar

Tórshavnar kommuna setur nú aftur í verk tíðaravmarking á parkering leygardag

Øll vita, at tað kann vera ein marra at sleppa sær av við bilin í miðbýnum í Havn. Parkeringstrupulleikarnir í høvuðsstaðnum eru javnar uppi at venda, í øllum førum fjórða hvørt ár, Tosað hevur verið um at byggja parkeringshús og annað, men lítið verður gjørt.

 

Nú tekur Tórshavnar kommuna tó stig til at royna at veita fleiri parkeringspláss í býnum leygardagar, við at seta tíðaravmarking á loyvda parkering leygardag.

 

- Orsakað av, at tað er trupult at finna tøkar parkeringsbásar í handilsgøtunum í miðbýnum í Havn leygarmorgnar, verða nú flestu parkeringsbásarnir í miðbýnum við tíðaravmarkingini 30 minuttir eisini umfataðir av tíðaravmarking frá kl. 10 til 14 leygardagar.

 

Talan er um parkeringsplássini á hesum gøtunum í miðbýnum:

Niels Finsensgøta

Kongagøta

Dr. Jakobsensgøta

Bøgøta

Tróndargøta

Vágsbotn

Tórsgøta

Sverrisgøta

Býráðsgarðurin

Magnus Heinasonargøta

Kákagøta

Áarvegur

Kongabrúgvin