Vilja avmarka møguleikarnar hjá ferðafólkum í Íslandi

Nógvu ferðafólkini í Íslandi leggur trýst á náttúruna

Nógvu ferðafólkini í Íslandi leggja trýst á náttúruna og infrakervið, og tað hava umhvørvisfólk í Íslandi varpað ljós á seinastu árini. Í fjør fóru fleiri enn 2 milliónir ferðafólk til Íslands, sambært DR.dk. Tað er seks ferðnar so nógv fólk, sum tað eru innbúgvar í Íslandi, og ferðafólkatalið hjá grannum okkara er tvífaldað síðan 2010. 

 

Ferðamálaráðharrin í Íslandi, Þórdís Kolbrún R. Gylfadóttir, vil tí gera okkurt fyri at skipa ferðavinnuna á ein nýggjan hátt, skrivar íslendski miðilin, Ruv.is. 

 

Hetta skal m.a. verða gjørt við at avmarka atkomiligheitina hjá ferðafólkunum til ávís tilboð og støð, ið ferðafólk vanliga vitja.

 

Ruv.is skrivar, at umboð frá íslendska javnaðarflokkinum spyr, hví mann í hesum samanhanginum enn marknaðarførir støð sum Gullfoss, Geysir og Þingvellir.