Vilja av við oljuavgjaldi

Sambandsflokkurin vil nú hava oljuavgjaldið tikið av fyri komandi ár

 

Sambandsflokkurin ger nú aftur eina roynd at sleppa av við avgjaldið, sum liggur á brenniolju. Flokkurin hevur áður lagt líknandi uppskot fyri løgtingið, men tey hava ikki fingið neyðugu undirtøkuna.

Nú vil Sambandsflokkurin hava lógina um serligt avgjald á brenniolju setta úr gildið komandi ár.

? Sambandsflokkurin heldur, at tað er ein neyðugur og uppiborin lætti, hvørt einasta húski, borgari og arbeiðspláss fáa, um uppskotið verður samtykt, sigur flokkurin í viðmerkingunum til uppskotið, sum Sune Jacobsen legði fram týsdagin.

Um miðalnýtslan av olju hjá húskjum er 4000 litrar um árið, so fer uppskotið hjá Sambandsflokkinum at hava ein lætta upp á 3200 krónur við sær um árið.


Spara olju

Sambandsflokkurin sigur, at flokkurin metir brenniolju sum neyðsynjarvøru, og at stórt avgjald tí ikki eigur at verða lagt á oljuna.

Stóri andstøðuflokkurin sigur seg eisini hugsa um umhvørvi, fyri tað um oljuavgjaldið skal takast av.

? Oljuprísurin er so mikið høgur, at øll fólk spara nógv um oljuna, sjálvt um oljuavgjaldið fellur burtur. Oljan er ríkiga dýr uttan oljuavgjald, sigur flokkurin í viðmerkingunum til uppskotið hjá sær.

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum fær fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag.