Vilja at suðuroyingar skulu draga eina línu í framtíðini

Seinastu tíðina hava røddir verið frammi í Suðuroy um at endurstovna felagið fyri kommunur í Suðuroy

Samstarv

Nú eru røddir frammi um at kommunurnar í Suðuroy skulu samstarva meiri enn tær hava gjørt.
Í hesum sambandi hava kommunurnar umrøtt møguleikan fyri at endurstovna felagsskapin fyri kommunur í Suðuroy.
Møguleikin varð umrøddur á borgarstjórafundi á Tvøroyri fyri kortum og tey ymsu bý- og bygdaráðini skuldu síðani viðgerða málið.
Mánakvøldið viðgjørdi Tvøroyrar Býráð málið og har varð einmælt samtykt at taka undir við at endurstovna felagið fyri kommunurnar í Suðuroy.
Felagið fyri kommunur í Suðuroy hevur als onki við samanlegging at gera. Men tað er ein felagsskapir, sum hevur til endamáls at virka til gagns fyri Suðuroynni.
Eitt slíkt felag var í Suðuroy fyri einum 15 árum síðani, men tað datt niðurfyri. Fyri nøkrum árum síðani varð ein roynd gjørd at endurstovna tað, men tað fekk ikki undirtøku.
Verður felagið endurstovnað, koma umboð fyri tær sjey kommunurnar ? helst borgarstjórarnir? í oynni at hittast við jøvnum millumbili at umrøða mál, sum hava felags áhuga.
Hetta halda býráðslimir á Tvøroyri vera ein stóran fyrimun, tí tað kemur alt ov ofta fyri, at kommunurnar í Suðuroy tosa rundanumhvønn annan, uttan at samansjóða sjónarmiðini og teir halda, at tað gagnar ikki oynni at hvør kommuna sær talar sínaa sak, tá ið mál, sum viðvíkja allari oynni, eru til viðgerðar.