Fyri løtu síðani sendi Pedagogfelagið út eina fráboðan, har felagið er farið frá samráðingarborðinum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Í tíðindaskrivinum gevur fakfelagið Fíggjarmálaráðnum skyldina fyri, at fakfelagið fór frá samráðingunum.
Formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, sigur, at partarnir eru nær eini semju, men at tað serliga er eitt mál, ið forðar fyri eini semju.
- Vit eru í tú støðu, at vit eru nær eini semju. Trupulleikin er bara, at Fíggjarmálaráðið heldur fast við nøkur viðurskiftir, ið vit ikki kunnu góðtaka. Harímillum er starvslønin til starvslærarar. Vit ynskja eina munandi hækking, men Fíggjarmálaráðið er ikki sinna at samráðast um hetta málið, og forðar harvið fyri, at vit koma á mál við samráðingunum.
Tað var í januar í ár, at Pedagogfelagið gav boð til sínar limir um, at framyvir slapp ongin námsfrøðislesandi í starvsvenjing, tí semja var ikki við Fíggjarmálaráðið um lønina hjá starvslærarunum. Fakfelagið metti, at ein loysn kundi finnast á ósemjuni, nú ein nýggjur landsstýrismaðurin situr við samráðingarborðið. Vónirnar vóru kanska serliga góðar, tí Kristina Háfoss hevði nakrar jaligar viðmerkingar áðrenn valið.
- Kristina Háfoss hevði nakrar viðmerkingar áðrenn valið um, at tað ikki skuldi verið nakar trupulleiki at finna eina loysn á hesi trætuni, men nú tá hon er vald, hevur hon ikki nakran serligan vilja at loysa hetta. So nú fær hon tíð til at umhugsa sína støðu, sigur Jógvan Philbrow.
Spurdur um hvørji sannlíkindini eru fyri, at fakfelagið fer at lýsa verkfall, sigur formaðurin, at tað ikki er nakað, ið man hugsar um í løtuni.










