Vilja aftur sleppa at geva onkrum eitt herðaklapp

Nú leita tey eftir uppskotum til, hvør skal fáa tað

Felagsskapurin, Javni, fer aftur næsta ár at geva onkrum, sum hevur skarað fram úr, eitt herðaklapp. Javni sigur, at tað er við jøvnum millumbili, at tey lata hetta herðaklappið. Og tey, sum verða heiðrað við tí, er okkurt fólk, ella onkur felagsskapur, sum hevur lagt okkurt merkisvert arbeiði eftir seg, fólki við menningartarni at frama.

 

Og nú leitar javni eftir uppskotum um, hvør skal fáa herðaklappið, og uppskot skulu vera inni áðrenn 15. Januar.vJavni upplýsir á síni heimasíðu, at higatil hava hesi fingið Herðaklappið: 

  

2003: Jóannes Jacobsen, fyri at rudda slóð við at stuðla, og menna luttakarnar í M´as  Blues Band og gera fólk við menningartarni kend runt alt Føroya land.

 

2004: Ragnhild Dahl fyri hennara ótroyttiliga arbeiði teirra menningartarnaðu at bata.

 

2006: Finn og Diana í Puntabyrgi, fyri í mong ár at hava stríðst fyri øllum teimum menningartarnaðu í Føroyum.

 

2007: Ásmundur Lamhauge, skúlastjóri í Runavíkar skúla, fyri við ídni at hava virkað fyri, at børn við breki fáa eitt virðiligt skúlatilboð í Runavíkar kommunu.

 

2008: Annika Højgaard, orkesturleiðari í Ælaboganum, fyri at verða drívmegin handan tónleikabólkin.

 

2010: Zarepta, fyri at skipa fyri legu fyri fólk við breki á hvørjum ári

 

2013: Okkara lega í Nesvík, fyri at skipa fyri legu fyri fólk við breki á hvørjum ári 

 

2014: Ráðgevaratoymið á barna & ungdómsdeildini í Tórshavnar Kommunu, fyri miðvíst arbeiði á inklusiónsleið hjá børnum og ungum í kommununi.

 

2018: Nena Jákupsdóttir, fyri arbeiði við fimleikaliðnum Loppunum hjá Ljósinum.