TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd við Signar í Homrum, formann í EB/Streymi í formansrundini á Rás2.
Signar staðfestir, at tey í EB/Streymi vistu frá kappingarbyrjan, at tað fór at gerast tungt hjá effodeildsliðnum at varðveita sætið í bestu deildini. Kortini er hann nøgdur við hugburðin, sum teir ungu mennirnir hava lagt fyri dagin, og hann heldur seg kunna síggja, at hetta eisini hevur eitt mennandi ár fyri ungu spælararnar.
EB/Streymur heldur fast við Eliesar J. Olsen, sum høvuðsvenjara, og nú verður arbeitt eftir, at EB/Streymur kann vinna sær uppflyting longu komandi ár.
Signar heldur, at EB/Streymur framtíðarliga er væl fyri við góðum vøllum, bæði í Streymnesi og á Eiði, og hetta ger tað munandi lættari hjá mongu liðum felagsins at fáa góðar venjingartíðir.
(Mynd: Sofus D. Johannesen)