Vilija heldur hava brúktar lastbilar

Higartil í ár eru nógv fleiri gamlir lastbilar innfluttir enn í fjør og eisini væl fleiri enn nýggir lastbilar.

10 brúktir lastbilar eru fluttir inn í landið í mars í ár, í mun til fýra í mars í fjør. Higartil í ár eru 18 brúktir lastbilar komnir til landið, í mun til fimm sama tíðarskeið í fjør. Tað tykist eisini vera betri umtókt at innflyta brúktar lastbilar enn nýggjar, tí higartil í ár eru fimm nýggir lastbilar skrásettir.

 

Annars eru fleiri brúkt akfør innflutt og skrásett higartil í ár enn sama tíðarskeið í fjør. 24 brúkt akfør vóru skrásett í mars og 51 higartil í ár, í mun til 19 í mars í fjør og 39 fyrsta ársfjórðing í fjør.

 

17 brúktir persónbilar eru skrásettir fyrsta ársfjórðing í ár í mun til 11 í fjør, men har er kortini eingin ivi um, at føroyingar heldur keypa nýggjar bilar - 465 nýggir persónbilar eru skrásettir higartil í ár.