Mamman var Kristina Magnussen úr Sandavági. Barnaárini vóru ikki ein dansur á rósum, pápan misti hon 3 ára gomul, og mammuna tá hon var 14 ár. Havi mangan hoyrt mammuna sagt frá, at mamma hennara fekk at síggja hana í konfirmatiónskjóla áðrenn hon doyði.
Ikki var lætt at vera faðir- og móðurleys í eini tíð, tá einki fekst frá tí almenna, men hon helt hús hjá beiggja sínum, sum ikki var heilsusterkur.
Mamman giftist við Jóhannis Thomsen úr Skopun, hon var 20 ár tá tey giftust, pápin var 40 ár. Tey fingu 5 børn, tey eru Jóhanna, sum var gift við Sven Vatnsdal, Sandur, Karl, sum er giftur við Mariu Thomsen, og búgva tey í Leirvík. Jacobina er gift við Eyðun Vang, og búgva tey í Kaldbak. Arna er gift við Gerhard Lognberg, og búgva tey í Skopun. Jóhannis er giftur við Maritu Thomsen úr Dali, og búgva tey í Skopun.
Mamman eigur 23 ommubørn og 36 langommubørn og 3 oldurommubørn.
Mamman hevur verið ein arbeiðssom kvinna, hóast ikki altíð bestu umstøður hevur altíð skinið í hennara heimi.
Tað var ikki lætt at vera mamma og kona. Hentleikar vóru eingir, so arbeiði var nógv, men man má siga at børnini eru komin væl undan, og er tað nakað sum mamma gleðist um. Nú tey seinnu árini, hevur mamma gingið høgt uppí ommubørnini, og hevur hon altíð verið klár at borðreiða fyri teimum. Mamma kom til persónliga trúgv á Jesus, tá vekingin var í '75. Mamma kom at vera virkin í Missiónshúsinum í Skopun.
Mamma hevur altíð verið lívsglað av lyndi, og hevur tað smittað, har hon er komin. Enn er hon lívsglað, hóast aldurin hevur sett síni spor. Mamma er í sínum egna heimi, hon hevur verið til umlætting tvær periodir. Henni dámar best í sínum fjálga heimi, men vit kunnu staðfesta, at árini eru blivin mong.
Vit vilja vegna okkara familju takka tær hjartaliga fyri tað tú hevur verið og er fyri okkum.
Jesus signi teg!
Børnini










