Vilhelm ætlar at steðga gongdini

Vilhelm Johannesen fer í hesi vikuni at leggja uppskot fyri tingið um at steðga tí nýggja rákinum í føroyskari fiskivinnu. Men spurningurin er, um tað fær nakra ávirkan á Frøyanes

? Hendan gongdin má halda uppat beinavegin.

Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin fer í hesi vikuni at leggja uppskot fyri tingið um at tað skal verða ólógligt at flyta veiðiloyvi ímillum skip.

Løgtingsmaðurin sigur, at hann er ikki heilt greiðir yvir, nær uppskotið verður lagt fyri tingið, men tað verður so í hesi vikuni.

Hetta er ein beinleiðis avleiðing av málinum um Frøyanes, sum vágamenn hava keypt.

Vágamenn hava keypt og lagt tríggjar útróðrarbátar og hava flutt loyvini til tann stóra frystilínubátin, Frøyanes, sum teir hava keypt úr Noregi, tó saman við norðmonnum.

Men av tí at tað eru útróðrarbátar, sum eru farnir úr flotanum fyri Frøyanes, skal línubáturin skrásetast í sama bólki, tvs, bólki 4 B, sum bólkurin hjá útróðrarbátum yvir 40 tons.

Tað hevur vakt miklan ans, at hetta skal bera til og nú verður málið so reist í løgtinginum.

Tað er Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, sum leggur málið fram.

Hann sigur, at tað er umráðandi at forða fyri, at hendan gongdin vindur uppá seg, at loyvi verða løgd saman, sum talan er um í málinum um Frøyanes.

Uppskotið hjá løgtingsmanninum miðar heilt einfalt ímóti at fáa løgtingið at strika tann partin í lógini, sum gera, at hetta ber til.

Talan er um grein átta, stykki tvey og trý, í lógini sum Vilhelm Johannesen vil hava løgtingið at broyta.

Hetta eru greinirnar, sum geva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum heimild at flyta veiðiloyvi frá einum skipi, sum er lagt, til annað skip.

Hetta eru tær broytingar, sum vórðu gjørdar seinasta summar.


Neyvan avleiðingar fyri Frøyanes

Í løtuni hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tveir fyrispurningar liggjandi um Frøyanes.

Og Vilhelm Johannesen umhugsar at bíða við at leggja sítt uppskot fram, til

fyrispurningarnir eru svaraðir.

Hann sigur, at svarið kann verða avgerðandi fyri, hvussu hann orðar viðmerkingarnar til uppskotið.

Hetta hevur hann tó ikki tikið endaliga støðu til enn.

Men tað er óvist, um uppskotið fær nakra ávirkan á málið um Frøyanes, um so er, at landsstýrið gevur Frøyanes endaligt innflutningsloyvi áðrenn uppskotið kemur fyri.

? Í grundgregluni eri eg ímóti, at lóggeva við afturvikandi kraft.

? Men tó meti eg, at hetta málið er so álvarsligt, at eg fari at kanna møguleikan fyri at gera eitt undantak í hesum føri, sigur Vilhelm Johannesen.

Hann sigur, at tað, hann stúrir mest fyri, er at hetta fer at forkoma útróðrinum, sum hevur stóran týdning fyri stórar partar í landinum og sum er ein gamal, týðandi partur av føroyskari mentan.

Vilhelm Johannesen sigur, at hann fer at leggja uppskotið fram, hóast landsstýrið ger av ikki at geva Frøyanes innflutningsloyvi.

? Eg haldi, at tað er broyta lógina og at strika heimildina hjá landsstýrismanninum at flyta veiðiloyvi ímillum skip.

? Tað er neyðugt fyri at beina allan iva burtur, so at vit sleppa undan hesum her einaferð afturat, heldur hann.


Steðga øllum

Eisini formaðurin í vinnunevnd løgtingsins, heini O. Heinesen sigur, at tað er neyðugt at fáa lógina um vinnuligan fiskiskap fyri tingið sum skjótast.

Og hann sigur, at ger ongin annar tað, fer hann sjálvur at leggja hana fyri tingið.

Hann hevur frætt um ætlanina hjá Vilhelm Johannesen og hann sigur, at tað er ongin ivi um, at hann fer at atkvøða fyri uppskotinum, um talan er um eitt skilagott uppskot.

Men Heini O. Heinesen er ikki samdur við Vilhelm Johannesen, um, at tað er stak óheppið at lóggeva við afturvirkandi kraft í hesum føri.

? Tað hava vit gjørt fyrr, og tað kunnu vit gera aftur, tí talan er um eitt so álvarsligt prinsippmál.

Hann vísir eisini á, at eftir grein trý, stykki tvey í lógini um vinnuligan fiskiskap, ber til at at taka veiðiloyvi aftur uttan endurgjald.

Sjálvur ivast formaðurin í vinnunevndini ikki í, at tað er stórur meiriluti í tinginum fyri at broyta lógina so at tað ikki skal bera til at leggja veiðiloyvi saman, tvørturum bólkarnar

Í øllum førum eigur útróðrar flotin at verða friðaður, so at fiskidagar kunnu ikki takast frá útróðrarflotanum og latin øðrum skipum.