Vilhelm og liðfelagarnir taptu greitt fyri Holstebro

Lemvig-Thyborøn er á aftasta plássinum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn spældu tíðliga seinnapartin seinasta dystin í hesum kalendaraárinum. Talan var um dyst í bestu donsku hondbóltsdeildini móti TTH Holstebro á útivølli.

 

Holstebro vann greiðan 39-28 sigur. Í steðginum var heimaliðið á odda 19-14.

 

Lemvig-Thyborøn er á aftasta plássinum við níggju stigum nú farið verður í ein vetrar og HM-steðg. Kappinginin verður tikin uppaftur 2. februar. Kolding og Nordsjælland eru beint frammanfyri Lemvig-Thyborøn á stigatalvuni. Kolding og Nordsjælland hava 11 stig hvør. Lemvig-Thyborøn hevur sjey stig upp til Ringsted, ið er á áttanda plássinum sum gevur rætt til at taka lut í endaspælinum aftaná lokið grundspæl. 

 

Vilhelm var næstbesti málskjúttin hjá Lemvig-Thyborøn við fýra málum og tveimum uppleggum til mál (assist). Toppskjútti hjá Lemvig-Thyborøn var Jeppe Gade við sjey málum.

 

2. februar spælir Lemvig-Thyborøn móti Skjern á heimavølli.