Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Dysturin var móti Bjerringbro/Silkeborg sum liggur triðfremst í deildini.
Tað gjørdist sum væntað ein torfør uppgáva hjá Lemvig-Thyborøn, ið mátti leggja rygg til eitt 27-34 tap. Tað gekk av skriðuni hjá Lemvig-Thyborøn í fyrra hálvleiki. Í steðginum var heimaliðið á odda 20-10, men tað eydnaðist at bøta um skaðan í seinna hálvleiki.
Vilhelm skoraði trý mál og legði upp til fýra mál.
Lemvig-Thyborøn er aftast í deildini við níggju stigum. Tó eru bert trý stig upp til fimtaftasta liðið, Sønderjyske sum hevur 12 stig.
Seinasta dysturin hjá Lemvig-Thyborøn í hesum kalendaraárinum verður leiktur á útivølli móti Holstbro komandi sunnudag klokkan 12.45. Holstebro er fjórðaftast í deildini við 12 stigum.