Eina viku eftir, at fasta sambandið um Vestmannasund varð veruleiki, andaðist ein av fedrunum at hesum sambandi, Vilhelm Nielsen, fyrrverandi løgtingsmaður í Sandavági. Hann er farin um breiðari sund og er nú hjá fedrunum, sum skrivað stendur.
Vilhelm Nielsen var 90 ára gamal, nú hann andaðist. Hann fylti 90 ár tann 28. august, og fekk sama dag tað upplivilsið at sleppa at koyra gjøgnum tunnilin undir Vestmannasundi.
Hetta var nakað, sum veruliga frøddi gamla stríðsmannin, sum í sjeytiárunum saman við Haldori Hansen, fyrrverandi løgtingsmanni, birti lív í kjakið um fast smaband um Vestmannasund. Tá varð uppskot teirra mestsum hildin fyri gjøldur. Men tað gingu ikki 25 ár til ein onnur og betri ætlan gjørdist veruleiki.
Ein bygdarmynd í Sandavági er farin. Vilhelm og Marianna, sum høvdu diamantbrúdleyp í apríl í fjør, hava spakað seinasta túrin eftir vegnum út eftir Sondum. Tað er nakað síðan, Vilhelm gavst at koyra í lítla lastbilinum, sum var vanlig sjón áv vegunum í Vágum.
Vilhelm og Marianna áttu fýra børn. Paula, Sofus, Sólgerð og Onnu.
Umframt at Vilhelm Nielsen var kendur sum løgtingsmaður, man at kalla hvørt mansbarn í Føroyum, ið er komið nakað til árs, kenna navnið Vilma, sum var skinnvirkið, tey bæði, Vilhelm og Marianna høvdu í mong ár.
Vilhelm Nielsen var útbúgvin skósmiður. Eisini var hann á yngri árum, sum føroyingar flestir, sjómaður, og hevði seinni árbyrgdina av fiskturkingini hjá bróðurinum, Zachariasi Nielsen í Sandavági. Seinni fór Vilhelm at handla, og var hann tann fyrsti í Vágum, sum fór at selja eitt nú el-lutir so sum útvarpstól og ljósakrúnur.
Vilhelm Nielsen var í mong ár deknur í Sandavágs Kirkju.