Vilhelm M. Johannesen frá sum formaður í FAG

Í gjár valdi Vilhelm M. Johannesen at siga seg frá sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Nýggjur formaður er Kristoffur Laksá

Nevndin í Arbeiðsgevarafelagnum hevur tikið avgerð hansara til eftirtektar, og næstformaður felagsins Kristoffur Laksá verður virkandi formaður fram til komandi aðalfund.

? Nevndin í Arbeiðsgevarafelagnum ynskir samstundis at takka Vilhelm M. Johannesen fyri tey sjey árini, hann hevur verið formaður, og fyri tey 25 árini har hann hevur verið virkin sum nevndarlimur í bæði Havnar- og Føroya Handverksmeistarafelag, sigur Kristoffur Laksá, virkandi formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.