Vilhelm Johannesen, løgtingsumboð Javnaðarfloksins:

Javnaðarflokkurin hevur ásannað, at grundleggjandi broytingar mugu gerast í umsitingini av landinum - og flokkurin ger seg til talsmann fyri einum nýggjum bygnað innan tað kommunala økið. Endamálið er at styrkja øll øki í landinum, at bøta um trivnaðin og menna fólkaræðið, við at geva økjunum størri myndugleika, fleiri heimildir, samstundis sum størri ábyrgd verður løgd á økini

 

Tummas í Dali


Høvuðsmálið er samhaldsfesti

- Allur politikkur Javnaðarfloksins er grundaður á, at øll menning í samfelagnum skal hava sum endamál at skapa eitt samhaldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, eitt samfelag, sum setir umsorganina fyri felags áhugamálum og vælferð fólksins í hásæti, sigur Vilhelm Johannesen.

- Hetta mál Javnaðarfloksins er eisini galdandi í arbeiðinum fyri einum nýggjum bygnaði á kommunala økinum.

- Allir landsins borgarar skulu hava somu møguleikar í vælferðarsamfelagnum ? uttan mun til, hvar í landinum teir hava valt at búseta seg.

- Vit fara ongantíð at góðtaka, at føroyingar verða býttir upp í fyrsta og annan floks menniskju: - tey, ið hava alskyns tilboð um arbeiði, útbúgving, mentan, almanna- og heilsumstøður ? og so hini.

- Tí skulu møguleikarnir hjá fólki at skapa sær eina mennandi tilveru ganga fram um einoygd búskaparlig sjónarmið, sigur Vilhelm Johannesen.

Lóggávan er ikki dagførd

- Skal bygdasamfelagnum verða lív lagað krevst, at tað politiskt støðugt verður arbeitt við at skipa umstøðurnar, møguleikarnar og karmarnar av nýggjum, alt eftir samfelagsgongdini, og Vilhelm Johannesen vísir á, at ein treyt fyri trivnaði í teim ymsu plássunum er eitt rímiligt aldursbýti í fólkinum, javnvág í arbeiðsbýti og ?tilboðum til øll arbeiðstøk, og at tey, sum eru uttan fyri arbeiðsmarknaðin: børn, gomul og óarbeiðsfør ? eru ein virdur partur av samfelagslívinum.

- Samfelagið hevur broytt seg nógv, síðan kommunurnar á fyrsta sinni vórðu skipaðar í 1872, men lóggávan á kommunla økinum hevur als ikki verið dagførd í samsvari við samfelagsbroytingarnar, bæði á ein og annan hátt.

- Úrslitið er hareftir: nógvar góðar skipanir eru vorðnar stirvnar, aðrar skapa ójavna millum borgarar ymsa staðni í landinum, tí tær eru drignar upp í ein vavgreyt millum ymsar umsitingarligar myndugleikar.

- Tí er neyðugt við eini nýggjari skipan, sum styrkir fólkaræði, og har tann myndugleikin, sum tekur avgerðirnar, er so nær borgarunum, sum til ber.

Ongin tvingað samanlegging

Tó at Vilhelm Johannesen ásannar, at tað er neyðugt at menna samstarvið millum kommunur, er hann og Javnaðarflokkurin ímóti at fremja hetta við lóg, soleiðis sum bygnaðurin er í dag.

-Tað er greitt, at samgongan er í eini politiskari tvístøðu á tí kommunala økinum, sigur Vilhelm Johannesen.

- Løgmaður, sum umsitur kommunumál, roknar við, at kommunur fara at leggja saman av einlistum.

- Men tað er óhugsandi, at kommunur - eftir bert nøkrum fáum árum - sjálvbodnar verða lagdar saman.

- Samstundis sigur løgmaður seg eisini vera ímóti at tvingað kommunur at leggja saman við lóg.

- Úrslitið er, at onki hendir í hesum málsøkinum ? alt stendur í stað.

Men Vilhelm Johannesen ger greitt, at broytingar mugu og skulu gerast, tí samfelagsgongdin krevur tað.

- Javnaðarflokkurin hevur sum mál at styrkja kommunala sjálvræði og kommunalu ábyrgdina, men vit eru ímóti at tvinga kommunur at leggja saman við lóg.

- Í staðin mæla vit í Javnaðarflokkinum til eina sokallaða millumloysn.

- Vit mæla til, at skipað verða øki ? øki við fleiri kommunum, sum eru felags um ymisk mál, sum tann einstaka kommunan er ov lítil ella fíggjarliga veik at umsita einsamøll.

- Taka vit eitt nú Klaksvíkina sum dømi, so er ongin ivi um, at Klaksvíkin - og Norðuroyggjar yvirhøvur - væl kundu tikið á seg stóran part av tí umsiting, sum nú er í Tórshavn.

- Klaksvíkin hevur stórar og góðar bygningar til umsiting og undirvísing, og ein skúladepil, hagar næmingar úr ymsum støðum í landinum koma.

- Men skulu hesir møguleikar og aðrir, sum Klaksvíkin hevur, troytast á ein skynsaman hátt ? og tað skulu teir jú -, so krevst m. a. ein onnur skipan á kommunala økinum, ein nýggjur kommunalur bygnaður, sum ger tað møguligt at flyta almenna umsiting her norður, sigur Vilhelm Johannesen.

- Tað gevur lítla meining, at eitt øki sum Norðuroyggjar, sum hevur lutfalsligan stóran fólkavøkstur ? kanska tann størsta í landinum ? ikki skal hava møguleika fyri framhaldandi menning, av tí at øll umsitingin av landinum skal vera í Tórshavn.

- Men tað er greitt, at kommunurnar sjálvar hava stóra ábyrgd av at skapa umstøður, so at tað ber til at flyta almenna umsiting út á økini, sigur Vilhelm Johannesen.

Land, øki og kommuna

- Ongin er betur førur fyri at meta um, hvussu bygdin ella býurin skal skipast, enn tey, sum búgva har, sigur Vilhelm Johannesen, og tí skulu øll tey mál, sum bert viðkoma tí einstøku bygdini ella býnum, avgerast í heimakommununi.

- Hesin politikkurin styrkir fólkaræðið, samstundis sum hann leggur størri ábyrgd á tær kommunalu eindirnar.

- Men Javnaðarflokkurin ásannar eisini, at ávís mál verða betur røktað í størri eindum enn í núverandi kommunalu eindunum, og tí er neyðugt at skipa hesar eindir, sum vit kunnu kalla økiseindir ella stutt og greitt øki.

- Økini verða sostatt tann triðja umsitingarliga eindin í landinum ? afturat umsitingini hjá landi og kommunum ? og við lóg skal heilt greiður skilnaður gerast millum hesar tríggjar eindirnar: kommununa, økið og landið.

Kommunustýrið

Kommunustýrið, sum er beinleiðis valt av veljarunum í kommununi, skal sambært hugsan Javnaðarfloksins framhaldandi røkja tey fíggjarligu og umsitingarligu málini hjá kommununi.

Stýrið skal skipa kommununa tøkniliga, taka sær av trivnaðarmálum, taka lut í vinnuskapandi virksemi eftir ásettum reglum og áseta skattaprosentið.

Kommunustýrið skal taka sær av smærri havnum og lendingum, vegum og vatni, umhvørvi og byggi- og býarskipan, umframt mentanarvirksemi í kommununi, so sum bygdarskúlum, ítrótti, spæliplássum og bygdarhúsum.

Økisráðið

- Hugsanin er, sigur Vilhelm Johannesen, at økisráðið verður valt samstundis sum tað einstaka kommunustýrið, og tað skal eisini veljast beinleiðis av borgarunum í kommunum, sum økið fevnir um.

- Myndugleikin og ábyrgdin hjá økisráðnum kundi fevnt um mál sum premieru heilsutænastuna, kommunulæknaskipanina, heilsusystraskipanina og barnatannrøktina.

- Mál hjá barnaverndunum kundi somleiðis verið løgd undir økisráðið, eins og barnaansingin, heimarøktin, røktar- og ellisheim og bústaðir til gomul og brekað.

- Eisini kundi økisráðið fingið ábyrgdina av at útvega tilboð til pensjónistar, børn og ung og fyribyrgjandi tiltøk fyri bólkar við serligum tørvi ? eitt nút børnum og ungum.

- Heilsu- og umhvørvismál, sløkkilið og tilbúgvingarætlan kundi verið samskipað undir økisráðnum.

- Økisráðið kann eisini taka til viðgerðar arbeiðs- og vinnumøguleikar í økinum.

Landið

Landið umboðar landsstýrið og miðfyrisitingina.

Vilhelm Johannesen sigur, at landið skal umsita almanna- og heilsumál, t.e.: almennar pensjónir, ráðgeving, vegleiðing, tiltøk og útgjaldingar eftir forsorgarlógini.

- Fyri at leggja tænasturnar so nær borgarunum, sum til ber, skipar Almannastovan deildir í ymsu økjunum.

- Í heilsumálum skal landið taka sær av sjúkrahúsverkinum og sjúkraflutningi.

- Á skúlaøkinum skal landið m.a. røkja tær almennu uppalingarligu skipanirnar, setan av lærarum og stjórum í skúlaverkinum og umsita læraralønir.

- Landið umsitur eisini toll- og skattviðurskifti, men skipar deildir í teim ymsu økjunum.

- Kommunala eftirlitið verður framvegis ein landsstovnur, sum hevur eftirlit við kommunustýrunum og økisráðunum.

Stovnar út á økini

Hesin nýggi umsitingarligi bygnaðurin av landinum, sum Javnaðarflokkurin mælir til, gevur økjunum fleiri ársverk.

Men tað er óhugsandi, sigur Vilhelm Johannesen, at hesi ársverk verða so nógv í tali, at tey fara at tryggja eitt nóg stórt útboð av størvum, sum er ein avgerandi treyt fyri, at fólk við útbúgving búseta seg í økjunum.

- Javnaðarflokkurin er tí sannførdur um, at tað er neyðugt við politiskum avgerðum um, at almennir stovnar, sum í dag liggja í Tórshavnar kommunu, verða fluttir út á økini - og at almennir stovnar, sum koma í framtíðini, verða lagdir út á økini.

- Hesin økismenningarpolitikkurin fer at minka um tað ovurhonds stóra trýstið, sum í dag er á Havnina, bæði viðvíkjandi íbúðum, barnaansing og eldrarøkt.

- Framkomnu samskiftishættirnir og ein bøtt samferðsluskipan gera, at tað ikki longur er nøkur verulig forðan fyri, at almenn umsiting kann leggjast uttan fyri Havnina.

- Onkur vil kanska siga, at tey nýggju økisráðini fara at føra til dýrari og meira umsiting. Men tað skuldi ikki verið neyðugt, tí tað, sum økisráðini fara at kosta, skal fáast aftur í spardari umsiting hjá bæði landi og kommunu.

- Á hesum grundarlag skuldi borið til at fingið eina breiða politiska undirtøku fyri at fremja ein nýggjan kommunubygnað, meinar Vilhelm Johannesen.

Javnaðarflokkurin hevur ikki tikið endaliga støðu til, hvussu stór økini skulu vera, men Vilhelm Johannesen sigur, at Javnaðarflokkurin er sinnaður at samstarva við aðrar flokkar um eina endaliga loysn fyri einum nýggjum lógarverki, ið broytir galdandi skipanir á kommunala økinum.