Orð og myndir: Dávur Winther
Eisini var andakt við Marjun Lómaklett, sóknarpresti og ein góður drekkamuður var eisini at fáa.
Vilhelm Johannesen er tikin úr leikum sum góður frásøgumaður, og søgurnar hevur hann nógvar og góðar, eins og minnið er sum úr eini bók – ofta er eitt gram av skemti við eisini.
Vilhelm byrjaði við uppvøkstrinum í Búðunum, omman var systir Aksel í Búðunum og abbin, Líggjas í Horni, sonur Poul Jóhannes í Horni, vanliga kallaður langi Poul Jóhannes í Horni.
##med2##
Tí høvdu tey eisini tilknýti til Búðatrøðna og til Hornatrøðna, sum báðar seinni blivu tiknar til byggilendi.
Vilhelm greiddi frá, tá ið brøðurnin fyrst í 1900 komu til Klaksvíkar at boða boðskapin. Tá var tað serliga William Gibson Sloan (doyr í 1914), sum gjørdi um seg og var umtalaður. Men eingin vildi hava nakað við hann at gera.
Tó hevði langabbin, Poul Jóhannes í Horni boðið William Gibson Sloan, sum var pápi seinni kenda Andrew Sloan, innivist.
##med3##
– Mína trúgv kanst tú ikki broyta, men úti skal tú ikki liggja, skuldi Poul Jóhannes í Horni hava sagt, tá ið hann beyð William innivist.
Poul Jóhannes í Horni var trúgvur kirkjugangari, og um verðrið ikki var til vildar og ikki var farandi í kirkju, varð í staðin lisin lestur í Horni.
##med10##
Men brøðurnir vóru virknir og doyptu teir eisini niðri við eitt neyst, kalla Nótaneystið. Og úr hesum spurdist eisini ein táttur – tá tíðini so líkt, hagani minntist Vilhelm eitt ørindi:
Vit hava fingið nýggja prest
Hann doypir niðri við Nótaneyst
##med4##
Vilhelm nevndi umhvørvið niðri við fjøruna, har teir spældu nógv og tók til allar brúgvarnar, sum har vóru og alt lívið kring tær var.
Hann nevndi heimastu brúnna, brúgvin hjá Símun í Vági, Alex’sa brúgv (mammaubeiggi Alex Sólstein, sum eisini átti Gamla hotellið), Seglhús brúgvin, brúgvin hjá Jacob í Búðunin (seinni Jacob á Bakkanum) eisini kallað Bakka brúgvin, brúgvin hjá Óla í Skúl, eisini kallað brúgvin hjá Óla Gaard.
##med9##
Seinni bygdi so Óli í Skúl eina brúgv aftur longur úti - Brúgvin hjá Óla í Skúl. Enn longur úti bygdi Jógvan í Grótinum eina brúgv, sum varð kallað Grutabrúgvin - uttanfyri har sum Snørisivirkið bleiv bygt. Longur úti var so bygd Norðborgs brúgvin, so brúgvar vóru nógvar og lívið kring tær eisini.
##med5##
Tað sigst um Óla í Skúl, ið var systkinabarn við Kjølbro, at hann á einum veljarafundi skal hava sagt við Kjølbro, sum tá eisini stillaði upp. “Jógvan, politik hevur tú ikki skil fyri – halt teg burtur frá politiki, og halt teg til tað, tú hevur skil á, handli og reiðaravirki!
Vilhelm greiddi frá ymsum spæli tey fingust við sum smábørn og hálvvaksin. Dreingirnir spældu ofta cowboy uppi í haganum – og ofta var tað við teimum filmum, teir høvdu sæð i biografinum, sum fyrimynd.
##med8##
Hann minntist nógvan stóran kava og skiðaðu teir nógv heilt frá Klakkinum og oman í Víkarnar. Tá var so nógvur kavi, at allir steinar og øll hegn lógu undir í kava – og tí lá væl fyri at skiða.
##med6##
Av tí at mamma Vilhelm var ætta úr Sørvági, vóru tey onkuntíð vesturi í Vágunum og ferðaðust. Hann hevði undir krígnum sæð flúgvarar, men vesturi í Vágunum upplivdi hann at síggja ein rættiligan flúgvara og standa nær hjá honum.
Tað var ein flúgvari, sum settist á flogvøllinum har. Tá hevði flogvøllurin staðið at kalla órørdur síðani kríggið endaði, men hesa ferð settist ein danskur flúgvari á flogvøllinum, og út úr honum steig Viggo Kampmann, (seinni forsætisráðharri), sum hevði ørindi til Klaksvíkar vegna læknastírðið har – helst í 1954.
##med7##
Vilhelm Johannesen hevði nógv at siga frá, og hevði verið stuttligt at kunna lisið alla hansara vitan og søgur inn á eina teldu.




















