Vilhelm hjá Betuel til minnis

Fyri næstan trýss árum síðani møtti eg fyrstu ferð ti gløðandi javnaðarunglinginum,  Vilhelmi Johannesen i Klakksvik.

Hann var ikki nógv yvir  20 ára gamal, men hevði eitt engagement og eina vitan  um politikk, sum tey allarfægstu nakrantíð fáa.

 

Hann hevði  sin sterka  sociala áhuga frá pápanum, Betuel, sum var ein av trúgvastu og mest eldhugaðu  partamonnum hjá Petur Mohr Dam.

 

Vilhelm arbeiddi sum postavgreiðslumaður i Klakksvík, men brúkti meginpartin av sini frítíð til politiskt arbeiði og  agitatión.fyri Javnaðarflokkin..

 

Hann hevði nógv samarbeiði við Villa Sørensen,  blaðstjóran  á Sosialinum, sum tá var eitt partapolitiskt  flokksblað.

 

Teir báðir syrgdu saman við Einar Waag  fyri, at javnaðarrørslan í Klakksvík bleiv dynamisk og so alfevnandi, at flokkurin til fólkatingsvalgið 1964 bleiv nógv størstur i Norðoyggjum  við bæði Johan Nielsen og P M Dam sum oddamonnum.

 

Vilhelm visti ótruliga nógv um lokalpolitikk og kendi meginpartin av javnaðarveljarunum persónliga.

 

Tað var ein øgilig  styrki.

 

Tá ið Atli kom uppí aktivan føroyskan politikk, fekk hann beinanvegin  eyga á Vilhelm, sum fekk skjóta karrieru,  fyrst sum  blaðstjöri á Sosialinum, siðani sum bæði  løgtings- og landsstýrismaður.

 

Hann var tiltikin  sum søguliga vitandi og sakligur debattørur á løgtngi, men eisini stuttligur og skemtandi ironiskur við alt for breggjandi andøvsmenn.

 

Hann var ikki lættur at syfta i politiskum orðaskifti og umboðaði ofta  flokkin á fundum og samkomum.

 

Fyri Atla persónliga og fyri flokkin generelt var Vilhelm eitt ríkt arkiv og ein ótømandi   søgulig kelda at oysa úr, bæði søgupolitiskt  og  agitatoriskt.

 

Vilhelm noyddist at fara  burtur ür aktivum politikki av heilsuorsøkum, men hann fylgdi sera væl við og stuðlaði  sum hvíttgránaður  nestor  flokkinum til tað allarsiðsta.

 

Tað var sjálvandi ein stór og fløvandi fragd og ein persónligur heiður fyri Vilhelm, tá ið sonur hansara Aksel gjørdist flokksformaður og seinni eisini løgmaður.

 

Hann gleddist, men reypaði aldrin!

 

Min síðsti fundur við Vilhelm var í fjør summar i hansara fitta býli á Kósini i Klakksvík.

 

Blíðskapurin var óførur, og tað drúgva prátið bleiv til politiskt reyðargull av undirhaldandi  eygleiðingum og hugarenslum.

 

Friður verður lystur yvir eitt av okkara  mætastu umboðum og eina av teimum   ideologisku kempunum i ti føroysku javnaðarrørsluni.

 

 

 

Virgar T Dalsgaard