Vilhelm enn einaferð toppskjútti hjá Fram

Fram vann ein tepran sigur á útivølli í kvøld

 

Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is

Vilhelm Poulsen gjørdist aftur toppskjútti, hesaferð við seks málum og Rógvi Dal-Christiansen skoraði tvey mál tá lið teirra, Fram vann ein tepran 24-23 sigur á Gróttu á útivølli í kvøld.

 

Í steðginum var Fram á odda 14-12. Grótta javnaði til 14-14, og so fylgdust liðini til dystarenda har tað eydnaðist Fram at skora sigursmálið stutt undan dystarloki.

 

Vilhelm Poulsen hevur skotið heili 26 mál fyri Fram í trimum teimum fyrstu dystunum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið. 

 

Komandi leygardag tekur Fram móti HK á heimavølli.

 

Nummar Lið:DystirVunnirJavnirTaptirStig
1 ÍBV33006
2 Haukar32105
3 Valur22004
4 Fram32014
5 KA32014
6 FH42024
7 Afturelding31113
8 Stjarnan11002
9 Selfoss41032
10 Grótta30030
11 HK20020
12 Víkingur30030

 

 

 

Mynd: mbl.is

Mynd: mbl.is