Vilhelm Poulsen heldur fram við at skjóta mótstøðuliðini í sor.
Í dag tók Fram móti HK í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Fram vann 27-25, og føroysku spælararnir skutu meir enn helvtina av teimum 27 málunum. Vilhelm Poulsen bumbaði 11 bóltar í kassan fyri Fram í dag, og Rógvi Dal-Christiansen gjørdi eisini sítt við at skjóta fýra mál. Fram var á odda 15-13 í steðginum.
Fýra lið eru nú í oddinum í deildini við seks stigum. Tey eru Fram, ÍBV, FH og Valur.
Komandi dystur hjá Fram verður á útivølli móti Víkingi. Tann dysturin verður spældur sunnudagin 24. oktober.