Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, er í øðini, nú Ongland ætlar sær at nýta Wayne Rooney, tá teir í kvøld skulu spæla móti Trinidad & Tobago.
Saman við felagnum hevur Ferguson hótt við endurgjaldskravi, um Rooney aftur verður skaddur, og tí skal spælarin enn einaferð kannast av læknum. Hesa ferð verður talan um óvildugan lækna, sum skal gera sínar metingar, soleiðis at eingin ivi skal vera um, hvørt spælarin er komin seg heilt eftir skaðan ella ikki.










