Vildu meiri enn vit fingu

Dan Djurhuus, liðformaður hjá VB/Sumba, iðraði seg um mistu stigini eftir dystin.

– Hatta var harmiligt. Vit ætlaðu okkum trý ella í minsta lagi eitt stig, men alt glapp okkum av hondum, segði Dan Djurhuus við Útvarpið eftir dystin. Hann viðgekk, at VB/Sumba kanska ikki spældi so væl, men rósti stríðsandanum og segði, at menninir gjarna vildu meira enn teir fingu. Somuleiðis helt hann tað vera nøkur keðilig mál, sum EB/Streymur fekk, tí sum hann segði, so kundu teir kanska skora upp á okkurt annað, enn júst hasar kjansirnar. Dan Djurhuus staðfesti tó kortini, at teir framvegis trúgva upp á, at tað fer at lata seg gera hjá teimum í Formuladeildini.