Fagnaðurin var ovurstórur á Stjørnu-spælarunum, tá tær við einum øgiligum endaspurti høvdu vissað sær sigurin á VB sunnudagin.
Eftir dystin fingu vit orð á Duritu Christophersen, og hon helt, at tað fyrst og fremst var stríðsviljin, sum tryggjaði teimum sigurin.
- Vit stríðast alla tíðina fyri sigrinum og vit trúgva alla tíðina uppá, at tað letur seg gera. Fyri steðgin brendu vit tó alt ov nógvar møguleikar, men vit hildu á fram at trýsta, og tað eydnaðist so eisini at enda.
Sigurin ger, at tit nú eru trygt á odda í deildini. Var hetta tað, sum skuldi til, fyri at tryggja finaluplássið?
- Nei. Vit mugu á ongan hátt byrja at taka tað róligt. Har eru nógvir dystir eftir at spæla, og teir skulu vinnast, áðrenn vit kunnu byrja at tosa um nakra finalu, heldur Durita Christophersen.









