Vildu ikki leggja okkum út í verkfallið

Talan er bert um tímar til fyrsta skipið kemur við útgerð til útgerðarhavnina í Runavík. ?Vit fara liva upp til okkara skyldur og tað fer at vera úr at gera har næstu tíðina har sigur Luca Dragonetti, frá ENI, sum vísir á, at teir hava hildið seg kúrrar orsakað av verkfallinum. Nú kemur tó gongd á.

4. brunnurin



-Eg skilji ikki, at misnøgd skal vera í Runavík. Hetta má byggja á misskiljingar, tí vit hava alla tíðina havt ætlan um at brúka útgerðarhavnina har. Vit fara at fylgja reglunum. Hetta sigur Luca Dragonetti, sum stendur á odda fyri leitingini á landgrunninum í eini viðmerking. Umboð fyri ENI (Agip) vóru í gjár á fundi við leiðsluna fyri Atlantic Supply Base.

Luca Dragonetti sigur, at teir eru partnarar í útgerðarhavnini og fara at rinda sín part. -Vit fara at brúka útgerðarhavnina sum ætlað og sum øll hini feløgini hava gjørt tað undan okkum. Vit eru longu byrjaðir og hava eitt nú testað sementið.

Luca Dragonetti vísir annars á verkfallstøðuna, sum hevur verið í Føroyum. Tað hevur verið ein støða, sum teir sum oljufelag á ongan hátt hava ætlað at lagt seg út í. Teir hava tí roynt at fyrihalda seg friðaligar. Men Luca Dragonetti er vísur í, at tey í Runavík fara at hava úr at gera frá tí løtu fyrsti báturin kemur við útgerð. Talan er um sera stutta tíð, helst longu í vikuskiftinum. ?Nú fer nógv at henda har og tað skjótt eisini. Talan er kanska bara um tímar.