Hóast partrolarar kunnu fiska makrel av felagskvotu, samdust flestu reiðaríir í ár um at býta kvotuna millum sín, soleiðis at eingin kappfisking skuldi blíva í ár.
Við at býta kvotuna, vistu feløgini, sum eiga skipini, hvør teirra partur av, og tí kundu tey eisini skipa veiðina betri.
Ingi Hansen, tekniskur leiðari hjá Faroe Origin, sum eigur fleiri partrolarar, sigur, at hugskotið um at býta felagskvotuna sínámillum var gott, og flestu reiðaríir tóku eisini undir við hesum.
Men, tað vóru trý skip - og tess reiðaríir - sum ikki vildu vera við í hesum býti.
- Vit avtalaðu, at hvørt loyvi skuldi fáa góð 300 tons av makreli, soleiðis at reiðaríini kundi skipa veiðina betri - og ikki kappfiska um heildarkvotuna, ið sjáldan er nøkur góð loysn. Okkara virknu skip fingu tískil umleið 1000 tons hvørt parið.
Hann sigur, at hetta riggaði stak væl, soleiðis at bert eitt par av trimum var á makrelveiði í senn. Hetta gjørdi, at hini bæði pørini, ið eftir vóru, kundu fiska upsa og soleiðis tryggja grundarlagið undir fiskavirkinum hjá Faroe Origin í Runavík.
- Men, trý skip og tess feløg vildu ikki vera partur av hesum býti. Tað vóru Fram, Hamranes og Breiðanes. Soleiðis fingu vit ikki øll reiðaríini at semjast um at býta felagskvotuna fyri at kunna skipa veiðina betri.
Hann sigur, at úrslitið gjørdist, at hesi trý skipini, sum ikki vildu vera við í býtinum, fiskaðu meira enn hvørt av hinum skipunum, sum vóru við í býtinum.
- Men, fyri okkara skip var tað skilagott, at vit vistu, hvat vit kundu fiska. Soleiðis kundu skipini skiftast um makrelreiðskapin, samstundis sum virkinum varð tryggjað ein rímilig ráfiskatilgongd, eisini í makrelvertíðini.
Ingi Hansen sigur, at tey seks ísfiskaskipini hjá Faroe Origin fingu meira burtur úr 3000 tonsum av makreli í ár, enn tey fingu burtur úr 5000 tonsum síðsta ár, tá kappfiskað varð av felagskvotu.