Vildu ikki bíða longri eftir eini avgerð

Borgarstjórin í Klaksvík er alt annað enn fegin um loysnina

Tað er við hesa atløgubryggjuna, innast í Borðoyavík, at tey, sum svimja á sjónum, halda til.©Umhvørvisstovan:kort.foroyakort.fo

Nú verða stig tikin til at geva teimum, sum dáma at svimja á sjónum í Klaksvík, betri sømdir. Í hesum sambandi hevur býráðið í Klaksvík samtykt fyri jól at geva teimum loyvi at byggja ein lítlan bygning við skiftingarrúmi heilt niðri við atløgubryggjuna til smábátar innast í Borðoyavík.

 

Talan verður um eitt neyst upp á 22 fermetrar og býráðið hevur áður játtað 400.000 krónur til endamálið. Tað røkkur til at innilokað neystið, men restina  av arbeiðnum at innrættað neystið, skulu tey, sum svimja, klára sjálvi.

 

Hetta er eitt mál, sum hevur ligið í býráðnum í nøkur ár og býráðslimir vildu ikki, at tað skuldi bíða longur og tí varð tað samtykt. Hóast hetta, at síggja til, er eitt  lítið og einfalt mál, tók tað drúgva tíð hjá býráðnum at avgreiða. Støðan var nevniliga tann, at Karl Johansen, borgarstjóri staðfesti, at hann kundi yvirhøvur ikki taka undir við málinum.

 

Hann vil teimum, sum svimja góðar umstøður og hann hevur eisini verið við til at játta pening til at útvega svimjarunum betri umstøður. Men hann vísir á, at neystið, ætlanin at at byggja, fer at koma góðar tveir metrar inn á vegin oman á atløgubtyggjuna og tað tekur hann als ikki undir við, sigur hann.

 

##med2##

 

Hann vísir eisini á, at tað eru einki alment parkeringspláss nærhendis neystinum. Nærmasta parkeringspláss er privat og tað er vanligt at tey, sum hava ørindi niðri hini neystini, sum standa har, parkera á tunnilsvegnum. Men Karl Johansen væntar, at tað verður ikki long tíð, áðrenn Landsverk lýsir parkeringsforboð á vegnum.

 

Men borgarstjórin stóð einsamallur við hesum sjónarmiðum, tí hinir 10 býráðslimirnir samtyktu ætlanina. Tey vístu á, at hetta er eitt mál, sum hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá fólki og tí samtyktu tey málið. Onkur av teimum vístu eisini á, at hetta var ikki í New York, men á Borðoyavík, so ferðslan er ógvuliga avmarkað - og skal ein bilur oman á atløgubryggjuna, ber tað væl til.

 

Tað er við hesa atløgubryggjuna, innast í Borðoyavík, at tey, sum svimja á sjónum, halda til.©Umhvørvisstovan:kort.foroyakort.fo

Nýggja neystið hjá svimjarunum er tað vestasta neystið, sum er eitt sindur minni enn hini. Tað kemur langt inn á vegin oman á atløgubryggjuna og tað eru ikki øll so fegin um