Ì vikuni kom út nýggj skúlasangbók og nýtt nótahefti, sum hoyrir til ta nýggju skúlasangbókina. Nýggja skúlasangbókin eitur heilt einfalt "Syng".
Í "Syng" eru 456 sangir. Allir uttan teir norðurlendsku tjóðsangirnir eru á føroyskum máli. Her eru sangir úr gomlu føroysku sangmentanini, heilt nýggir sangir og eitt breitt úrval av tí kenda og nógv sungna. Ein lítil fjórðingur av tekstunum hevur ikki staðið í føroyskum sangbókum áður, og ein triðingur av løgunum stendur fyri fyrstu ferð á prenti í SYNG nótar og tekstir.
Bókin er býtt upp í sangevni og hevur fleiri yvirlit at leita í.
Ein arbeiðsbólkur mannaður við fólkum, sum øll eru sanglærarar, hevur gjørt eitt umfatandi arbeiði at finna sangir, sum skuldu gera sangbókina viðkomandi og fjølbroytta. Tey eru: Pauli Hansen, Ingun Hentze, Annika Restorff Holm, Eyðun á Lakjuni, Marta á Lakjuni og Zacharias Sørensen.
Zacharias Sørensen vitjaði morgunsendingina hjá Rás2 fyrrapartin. Zacharias Sørensen leggur dent á, at tey sum hava staðið fyri útgávuni hava roynt at fingið eina so breiða umboðan, sum møguligt í ta nýggju skúlasangbókina. Ì nøkrum førum kann eitt gott lag bera ein minni sigandi tekst, og í onkrum føri kann ein góður tekstur bera eitt minni gott lag, men óannsæð so hava tey roynt at fevna um allar tættir av tí føroyska sangskattinum.
Tað ber til at hoyra prátið við Zacharias Sørensen undir greinini.