Vildu eiga minniligt blað

Sjáldan hevur eftirspurningurin eftir amerikonskum dagbløðum verið so stórur sum mikudagin, tí nógvir amerikanarar vildu fegnir ogna sær eitt eintak av bløðunum, tí Barrack Obama stóð á hvørjari forsíðu umframt nógvastaðni inni í bløðunum.

Eitt nú skrivar tíðindastovan AP, at umleið 400 fólk stóðu í einari langari røð uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá Washington PostMá Þar nefna að 400 manns biðu í röð , tí fólk vildu tryggja sær eitt eintak av mikudagsblaðnum, sum var útselt í blaðsølunum eftir einari løtu.

New York Times gjørdi av at prenta 35 prosent fleiri eintøk av mikudagsblaðnum, men kortini noyddist prentsmiðjan at prenta 75.000 eintøk afturat, tá saman um kom. Í Chicago, sum er heimbýur hjá Barrack Obama, varð blaðið The Chicago Sun-Times útselt, so prentsmiðjan mátti prenta eitt upplag afturat.

Sjónvarpið CNN upplýsti, at umleið 30 milliónir fólk høvdu vitjað heimasíðuna hjá felagnum valdagin, og tað er met.