Vildu býta borgarstjóran

Javnaðarflokkurin hevur skotið upp, at Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin býta borgarstjóran í Klaksvík millum sín næstu fýra árini

Klaksvík: Tá samráðingarnar millum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin slitnaðu hóskvøldið, hevði Javnaðarflokkurin roynt at gera semju í málinum um borgarstjóran í Klaksvík.

- Vit skutu upp, at Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin hava borgarstjóran í tvey ár í part, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum er fyrstvald fyri Javnaðarflokkin.

- Men Tjóðveldisflokkurin hevur eitt ultimativt krav um, at teir skulu hava leiðsluna øll fýra árini, og tá tað var støðan, avráddu vit at kanna aðrar møguleikar fyri samstarvi, sigur hon.

Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin standa saman í samráðingunum við Tjóðveldisflokkinum, og tí halda hesir báðir flokkarnir, at teir hava krav upp á leiðsluna í minsta lagi tvey ár av tíðini.


Vilja hava kvinnu

Eyðgunn Samuelsen hevur skotið upp, at ein kvinna skal stýra býnum næstu fýra árini, og hon er sjálv klár at taka við leiðsluni.

Í Tjóðveldisflokkinum er kvinnuliga umboðið Jórun Høgnesen, sum er nývald, men mest upplagda boðið hjá Tjóðveldisflokkinum er Steinbjørn Jacobsen, sum hevði stóra persónliga framgongd á valinum hesaferð.

- Tá vit komu við uppskotinum um at býta borgarstjóran millum okkum, tosaðu vit einki um, hvønn Tjóðveldisflokkurin skal velja til borgarstjóra. Men ætla í hvussu so er at vísa, av vit eru ikki bangin fyri at seta eina kvinu í sessin, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Klokkan 11 í gjár fóru hon og Torleif Sigurðsson á fund við Fólkaflokkin um møguligt samstarv.