- Vit hava nakrar greiðar avtalur í býráðnum. Og eg dugi ikki at síggja annað enn tað, at tær fara at halda.
Rani Nolsøe er býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin í Klaksvík. Men hann hevur ein borgarstjóra, sum eitur Steinbjørn O. Jacobsen, sum eisini er valdur á tjóðveldislistanum. Men hesin sami borgarstjóri hevur boðað frá, at hann umhugsar sína støðu í Tjóðveldisflokkinum í kjalarvørrinum á samtyktini í Løgtinginum um at seta kynsligan samleika upp í grein 266 b í revsilógini.
Men síðani hevur hann ikki sagt nakað yvirhøvur um sína politisku framtíð og tað vil hann ikki enn siga nakað um.
Vit hava spurt Rana Nolsøe um tað ávirkar býráðsarbeiðið, at floksfelagi hansara, sum stendur á odda fyri býráðnum, letur sína politisku framtíð hanga í leysari luft.
Rani Nolsøe sigur, at í vanliga býráðsarbeiðnum hevur tað onga ávirkan. Men í aðrar mátar ávirkar tað kortini.
- Borgarstjórin er framvegis limur í Tjóðveldisflokkinum og eftir at hava tosað við borgarstjóran meiri enn einaferð, havi eg ikki orsøk til at halda annað enn tað, enn at tær avtalur, vit hava gjørt, fara at halda alt valskeiðið út.
Hinvegin ásannar hann, at verður endaliga avgerðin hjá borgarstjóranum tann, at hann fer úr Tjóðveldisflokkinum, er tað ein heilt onnur støða og so má tað takast upp tá.
Men hvat so hendir, er ein tilhugsaður spurningur, sum Rani Nolsøe ikki brúkar orku upp á, sum landið liggur nú.
Kortini staðfestir hann, at tað hevði avgjørt verið ynskiligt, at borgarstjórin kom við eini endaligari fráboðan um sína politisku framtíð.
- Tað órógvar at borgarstjórin letur spurningin hanga í leysari luft, uttan at taka eina endaliga støðu. Tað ger, at hvørja ferð, vit skulu tosa um politisk mál, fer fyrst ov nógv tíð til at tosa um politisku framtíðina hjá borgarstjóranum, áðrenn vit koma til tær veruligu viðgerðirnar. Tað er ikki serliga effektivt og tí hevði tað avgjørt verið ynskiligt, at Steinbjørn O. Jacobsen tók eina endaliga avgerð, sigur Rani Nolsøe