Tað greiddi ákærdi maðurin frá í Føroya Rætti í dag.
Ákæri drongurin segði, at meðan hann sat í varðhaldi, ringdi ein av kanningarmonnunum hjá politinum niðan í arrestina, og vildi hava at vita frá ákærda, hvat kotan til hansara facebook profil var.
Hesum noktaði ákærdi í Hvannasunds málinum fyri at upplýsa.
Hetta skuldi hava gjørt kanningarmannin so illan, at hann hevði hótt ákærda við munandi longri fongsulsrevsing.
Hetta kom fram undir avhoyringini hjá verjanum av tí ákærda. Tað kom heldur ikki fram, hvat kanningarmaðurin skuldi brúka kotuorðið til.