Løgregla
Í morgin kemur ríkis løgregluovastin Torsten Hesselbjerg á regluliga vitjan í Føroyum, men hóast talan er um lógarfesta kanningarvitjan, so er hetta fyrstu ferð, at Torsten Hesselbjerg vitjar síðan, hann tók við starvinum sum ríkis løgregluovasti í 2000.
Ríkis løgregluovastin hevur skyldu til, at við hóskandi millumbilum at vitja og kanna ymisku løgregluøkini. Torsten Hesselbjerg greiðir frá, at tíanverri hava tey alt ov leingi skotið hesa vitjan út, men nú verður hon so. Hesselbjerg sigur, at nú nýggjur fúti hevur verið í starvi í nakrar mánaðir, er upplagt, at vitjanin verður veruleiki.
Hesselbjerg leggur tó dent á, at hetta ikki merkir, at einki samband er við føroysku løgregluna. Tí samband er alla tíðina millum partarnar, og bæði leiðslan í føroysku løgregluni og umboð fyri starvsfólki hava fundir við skrivstovuna hjá ríkis løgregluovastanum javnan.
Tók sær av Watson
Ofta eru eisini mál, ið Ríkisløgreglan vegleiðir ella veitir hjálp í. Eitt dømið var, tá Paul Watson vitjaði í Føroyum seinast. Hetta var stutt eftir, at Hesselbjerg kom í starvið sum Ríkis løgregluovasti. Hann minnist hetta, sum eitt sera stórt mál Nógv varð gjørt soleiðis, at vit kundu taka okkum kerligt av honum, tá hann kom, sigur Hesselbjerg, og gleddist um, at tað spældi so væl av, sum tað gjørdi. Paul Watson gav skarvin yvir og slapp sær aftur úr Føroyum uttan nógv hóvasták.
Vitjaði í Føroyum í 1995
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Torsten Hesselbjerg vitjar í Føroyum. Í 1995 var hann í Føroyum sum embætismaður í sambandi við bankakanningina. Hetta vóru ikki bestu umstøður, og støðan var eitt sindur spent millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið, so tí gleðir hann seg at sleppa at vitja aftur, undir minnið trýstum umstøðum. Hóast talan er um eina stutta arbeiðsvitjan, so skal hann eisini vitja løgreglustøðirnar í Klaksvík og Eysturoynni, og á tí túrinum, verður høvi at síggja eitt sindur av landinum, meðan tey koyra.
Stóra virðing fyri føroyingum
Sjálvur er Torsten Hesselbjerg vaksin upp í Grønlandi. Hann minnist frá barnsbeini, tí virðing, ið fólk høvdu fyri føroysku sjómonnunum. Hann minnist, hvussu pápi hansara tosaði, um hesar ernu og harðføru føroyingar, ið komu við trolarum til Grønlands, og hesa mynd av føroyingum, hevur hann altíð havt við sær. Hann sigur somuleiðis, at hann hevur fingið sera gott inntrykk, av teimum føroysku løgreglufólkunum, ið hann hevur hitt í sínum starvi.
Kanning av løgregluni
Seinastu mánaðirnar hevur fólk av skrivstovuni hjá Ríkisløgregluovastanum vitjað í Føroyum, og skrivað eina frágreiðing um arbeiðsgongdir og annað hjá føroysku løgregluni. Tað er hesa frágreiðing, ið Torsten Hesselbjerg skal til Føroyar at tosa um við leiðslu og samstarvsbólkin (millum starvsfólk og leiðslu). Endamálið er í høvuðsheitinum at kanna, hvussu fíggjarliga og menniskjaliga tilfeingið verður nýtt, og kunna seg um mannagongdir og um støðuna í føroysku løgregluni, og vegleiða um hvussu hetta kann betrast.