Vildi spæla aftur

- Eg segði ongantíð, at eg fór at gevast. Men eg segði, at eg fór at umhugsa støðuna, sigur Ingi Olsen, sum nú aftur er partur av besta mansliðnum hjá VÍF

Hondbóltur

Tá tú sum 37 ára gamal fær ein somikið álvarsligan skaða, at skurðviðgerð og langur steðgur er neyðugt, munnu tey flestu hugsa, at hetta var tað. Í øllum førum, um talan er um ítróttarfólk í fremstu røð.
Men Ingi Olsen er kanska ikki sum tey flestu. Í øllum førum er hann nú aftur at síggja á besta mansliðnum hjá VÍF, og leygardagin enntá í avgerandi leikluti.
Sjálvur leggur hann tó dent á, at hann ongantíð staðfesti, at hann fór at gevast, tá hann í vár varð lagdur undir skurð.
- Talan var sjálvandi um álvarsligan skaða. Og eg umhugsaði sjálvur støðuna væl og virðiliga.
- Mær dámar tó somikið væl, at spæla hondbólt. Og eg kenni eisini meg sjálvan somið, at ongantíð vildi melda út, at eg fór at gevast, sigur hann.
Síðani á summarmála, tá armurin slapp úr fatli, hevur talan so verið um strævna uppvenjing. Og hóast armurin enn ikki hevur somu styrkina, so heldur hann, at hann nú væl er førur fyri at spæla.
- Eg veit ikki, um armurin nakran tíð endurvinnur fullu styrkina, men tað kann eg liva fyriuttan. Tað týdningarmesta er, at eg kenni meg ikki í størri vanda enn allir aðrir spælarar. Eg eri ikki bangin fyri, at sami skaðin aftur skal gera um seg, um eg eitt nú verið taklaður, so í so máta eri eg klárur, sigur spælarin, sum ikki so mikið sum spældi ein dyst við sonevnda old-boys liðnum hjá VÍF. Tað vil siga liðnum, har flestu av eldru liðfeløgunum hjá Inga í dag hugna sær við hondbóltinum.
- Eg spældi eitt lítið sindur við móti Neistanum seinasta dystin í grundspælinum. Og so spældi eg aftur hetta vikuskiftið. Undir venjingini hevur málið alla tíðina verið, at eg skuldi koma fyri meg aftur kropsliga. Tað hevur tíbetur eydnast, og beint nú eri eg bara fegin um aftur at vera ein partur av liðnum, sigur Ingi Olsen at enda.