Vildi síggja nakin konufólk

Millum ákærurnar móti manninum er stuldur fyri virði av hálvari millión umframt at seta vakmyndatól upp í sólmiðstøð í Havn.

Ein havnarmaður var í Føroya Rætti mánadagin ákærdur fyri fýra ymisk lógarbrot yvir eitt tíðarskeið upp á trý ár. Hann er ákærdur fyri at av órøttum hava tilognað sær 5000 billettir til eitt dansistað, fyri at hava sett upp eitt vakmyndatól inni í eini sólmiðstøð, fyri at hava stolið ein harddisk og fyri at hava eina rúgvu av steroidum heima hjá sær.

 

Maðurin arbeiddi eitt skifti í einum  dansistaði í Havnini og greiddi í rættinum frá, at tað var vanligt, at starvsfólkini góvu ókeypis billettir til fólk úti á gøtuni og í veitslum ymsa staðni, fyri at fylla dansihølini. Boðini frá leiðsluni vóru eisini greið, starvsfólkini skuldu gera tað, sum mátti til, fyri at fáa fólk inn. Maðurin greiddi tí frá, at hann hevði tikið nakrar billettir heim við sær, sum hann kundi hava at taka av, tá høvi beyðst at deila tær út.

 

Ákærin peikaði á, at nærum 5000 billettir er ein øgilig rúgva, eins og at hon helt tað vera løgið, at hann enn hevði billettirnar í síni varðveitslu, nærum tvey ár eftir, at hann varð givin í starvi sínum á dansistaðnum, og hevði hon mistanka um, at viðkomandi ætlaði at selja billettirnar víðari. Við tað, at billettirnar kosta 100 krónur, metti ákærin at samlaða virði táttaði í hálva millión.

 

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava sett eitt vakmyndatól upp inni í eini sólmiðstøð í Havn. Hann játtaði seg sekan í hesi ákæruni, men legði doyin á, at honum ikki hevði eydnast at sæð upptøkurnar, tí at myndatólið var uppdagað so tíðliga. Sambært løgregluni høvdu sjey kvinnur vitjað sólmiðstøðina hesa løtuna, kykmyndatólið hekk uppi, og myndatólið innihelt upptøkur av tveimum teirra.

 

Tá løgreglan gjørdi husarannsókn heima hjá manninum, í sambandi við kykmyndatólini í sólmiðstøðini, kom hon framm á mongdir av anabolum steroidum. Maðurin játtaði seg sekan og segði, at hann hevði keypt evnini frá einum dana, hann hevði møtt eitt kvøldið í býnum.

 

Maðurin játtaði seg eisini sekan í stulduri av einum harddiski frá einum manni.

 

Ákærin kravdi eini sjey, átta mánaðar fongsulsrevsing, ið hann metti áttu at verið treytaleys, av tí, at lógarbrotini eru so grov. Talan er um stór fíggjarlig virði, eins og at maðurin við vilja hevur roynt at lúrt eftir naknum damum.

 

Verjin ynskti væl linari revsing, hægst tríggjar mánaðir treytaða fongsulsrevsing. Hann vísti á, at talan er um eina gamla sak, sum má tala til fyrimun fyri ákærda. Harafturat hevur hann góð persónlig viðurskifti og er við at fáa skil í lív sítt. Eisini vildi verjin vera við, at revsingin frá rættinum verður linara revsingin, tá samanborið verður við tað sosialu revsing, maðurin fer frá samfelagnum, fyri gerðir sínar.

 

Dómur í málinum fellir í komandi viku.