Vildi ikki verða formaður í Uttanlandsnevndini

Poul Michelsen tók ikki av møguleikanum at gerast formaður í Uttanlandsnevndini, tá John Johannessen bleiv landsstýrismaður í Heilsumálum.

Tá Poul Michelsen gjørdist leysgangari í Løgtinginum, hevur samgongan mist meirilutan í Uttanlandsnevndini. Tað kundi verða ein trupulleiki í sambandi við, at formaðurin John Johannessen tók við sum landsstýrismaður í Heilsumálum.

Andstøðan bjóðaði Poul Michelsen formansessin í Uttanlandsnevndini, men fyrrverandi fólkafloksmaðurin segði nei.

- Sum leysgangari í Løgtinginum fær tú ikki somu kunning, sum tá tú er í einum flokki. Tað hevur verið eins stórur trupulleiki. Eg havi tískil gjørt avtalu við samgonguna um at stuðla Hans Paula Strøm sum formanni, sigur Poul Michelsen. hann fær alla neyðuga kunning í samband við mál, sum hinir tinglimirnir fáa.