Vildi ikki til Havnar – gongur nú norðureftir

Nú verður roynt at fáa hana inn til Leynar ella Vestmanna

Ein roynd bleiv fyrr í morgun gjørd fyri at fáa grindina, ið bleiv funnin út fyri Skopun í morgun, inn á Havnina, men miseydnaðist royndin. Tað upplýsir Karl Johansen, sýslumaður.

- Teir fingu samlað hana og ætlaðu at reka hana suðurum Kirkjubønes og inn á Havnina, men tað vildi hon ikki. Har var einki at gera, teir fingu hana ikki inn um Kirkjubønes, sigur sýslumaðurin.

Í staðin bleiv avgjørt at lata grindina ráða og fara teir nú norðurígjøgnum fjørðin við henni. Sambært sýslumaðurin er ætlanin at lata hana fara longur norð og halda hana til aðrastaðni í Streymoynni.

- Ætlanin er at lata hana fara longur norð og reka hana inn til Leynar ella Vestmanna, sigur Karl Johansen.