Tað skrivar bretska blaðið The Sun, sum hevur havt høvi at kanna tað, sum portugisiska løgreglan fekk burturúr, tá hon avhoyrdi foreldrini hjá Madeleine McCann.
Blaðið skrivar, at Kate McCann noktaði at svara øllum spurningum, sum hon fekk, eftir at løgreglan hevði sagt, at hon og maðurin, Gerry, vóru undir illgruna í málinum. Foreldrini eru ikki undir illgruna longur, tí portugisiska løgreglan hevur lagt málið til viks. Gerry og Kate McCann hava kortini boðað frá, at tey fara at halda fram við sínum kanningum.
Í gjár fingu fjølmiðlafólk atgongd til tað umfatandi skjalatilfarið hjá portugisisku løgregluni í Madeleine-málinum. Talan er um næstan 30.000 síður.
Bretska sjónvarpið Sky vísti í gjár myndir av hotalkamaeinum, haðani Madeleine McCann hvarv tann 3. mai í fjør.









