Eitt av ynskjunum hjá John McCain, sum doyði í gjár, var at Barack Obama og George W. Bush skulu halda talu til jarðarferðina.
Eitt síðsta ynskið var, at amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur seg lagt burturi frá jarðarferðini. Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Hinvegin hevur Johan McCain sagt, at hann fegin vildi hava fyrrverandi forsetarnar, George W. Bush og Barack Obama at tala til jarðarferðina.
Gjgønum eitt langt lív upplivdi John McCain bæði tap og sigrar. Nakrir av størstu ósigrunum vóru helst báðar royndir hansara at gerast forseti.
Í 2000 tapti hann undanvalstríðið til George W. Bush efitr hart valstríð.
Í slagnum um statin South Carolina vóru álopini persónlig.
Æruskemmandi átøk fingu fólk at republikanskar veljarar, sambært New York Timese, at kona McCain, Cindy, var rúsevnismisnýtari, og at ættleidda dóttirin, Brigdet, var dóttir John McCain uttan fyri hjúnarbandið.
Eisini varð ivis sáddu um sinnisstøðu, helsu og seksualitetin hjá McCain
Fleiri ár seinni hava teir báðir republikansku topppolitikararnir grivið stríðsøksina í so stóran mun, at McCain ynskir, at Bush skal halda røðu til jarðarferðina.
Tá Donald Trump frætti um deyða McCain, sendi hann á Twitter eini boð, har hann sendi sínar heitastu tankar til familjuna hjá McCain, men skrivaði einki um McCain sjálvan.
Hinvegin fekk John McCain rósandi orð frá bæði George W. Bush og Barack Obama.
Stríðið millum John McCain og Donald Trump kom týðuliga til sjónar, tá Donald Trump í 2016 royndi at gerast forsetavalevini hjá Republikanska flokkinum.
Tá segði Trump, at hann ikki helt, at McCain var nøkur krígshetja, bara tí, at hann hevði sitið í fangatippi í Vietnam.
Eftir at Donald Trump varð valdur til foresta, var tað túrurin hjá John McCain at skaða Trump.
Í eini avgerandi atkvøðugreiðslu í Senatinum, sum skuldi taka av heilsunýskipanina hjá Obama, lá avgerandi atkvøðaní honum John McCain – McCain atkvøddi nei.
Varaforsetin Mike Pence fer at umboða stjórnina, tá John McCain verður mintur í høvuðsstaðnum Washington sambært tíðindastovuni Reuter.
/ritzau/