Hóast Jógvan Edmund á Geilini í fleiri ár hevur verið stuðul og fylgjari hjá ungum og børnum við menningartarni, so hevur aldrin uppliva eina slíkari hending, ið hann var úti fyri í síðstu viku, tá hann var farin í biograf saman við einum drongi við autismu. Á veg inn møtti hann nevniliga einari kvinnu, ið hevði eina viðmerking til teir báðar.
- Hon segði við meg, at eg kundi ikki koma mær at fara við honum inn í biografin, tá tað vóru fólk har, ið høvdu rindað nógvar pengar fyri at hyggja eftir filminum.
Heldur enn at svara kvinnuni, valdi Jógvan Edmund á Geilini at ganga víðari, so at drongurin ikki legði merki til hvat var á vási. Sjálv viðmerkingin var tó púra óprovokera, sambært Jógvan Edmund á Geil.
- Vit vóru fimm fólk og hugdu eftir filminum. Vit báðir sótu aftast, hendan kvinnan sat í miðjuni og tvær ungar gentur sótu fremst. Drongurin órógvaði ongan annan undir filminum, tí hann hevði nokk at gera við at hyggja eftir filminum og eta poppkorn og bomm, sigur Jógvan Edmund á Geilini.
Biograftúrurin var komin í lag eftir, at drongurin hevði fingið eitt gávukort til biografin og hevði bjóðaðJógvan Edmund á Geilini við sær. Tað vísti seg tó, at gávukortið bara var fyri ein persón, men eftir at hava ringt til biografin fekk hann at vita, at tað var eingin trupulleiki, hann skuldi sleppa ókeypis við dronginum.
- Starvsfólkini í biografinum vóru øgiliga fitt og blíð við okkum báðar, og tað var eingin trupulleiki av nøkrum slag, og áðrenn filmin keyptu vit poppkorn og bomm. Tað tók kanska eina løtu hjá dronginum at avgera støddina á poppkorninum, men tað bilaði einki, tí har vóru nærum eingin fólk til filmin, greiðir Jógvan Edmund á Geilini frá.
Tá Jógvan Edmund á Geilini fekk viðmerkingina frá kvinnuni valdi hann fyrst at lata sum einki og fór einans víðari, men undir filminum avgjørdi hann at tosa við kvinnuna aftaná.
- Eg ynskti bara at siga við hana, at hasa viðmerkingina kundu vit báðir verið fyriuttan, men hon var longur farin, tá vit komu út, sigur Jógvan Edmund á Geilini, ið leggur dent á, at hann ikki er vanur við at fáa slíkar viðmerkingar frá fólkum, tá hann er við til ymisk tiltøk sum fylgjari.










