Vildi ikki greiða frá um harðskap

Ein maður er fríkendur fyri harðskap ímóti makanum, tí makin vildi ikki vitna í rættinum

Ein maður, sum varð ákærdur fyri harðskap ímóti makanum, er nú fríkendur í Føroya Rætti.

 

Maðurin varð ákærdur fyri at hava sligið makan við knýttum neva í høvdið minst tríggjar ferðir tíðliga ein leygarmorgun. Løgreglan tók mannin og ákærdi hann fyri harðskap, men hann noktar seg sekan, tí hann sigur, at hann einki minnist.

 

Makin, sum varð sligin, varð kannað á Landssjúkrahúsinum, og varð eymur í høvdinum, og hevði eisini eitt blátt merki.

 

Men makin er umfataður av reglunum um, hvør kann sleppa undan at vitna í einum rættarmáli, og tann møguleikin brúkti makin.

 

Sostatt vildi makin ikki greiða rættinum frá, hvat var hent og rætturin metti ikki, at frágreiðingin frá einum løgreglumanni var nóg gott prógv til at døma mannin. Og sostatt varð hann fríkendur fyri ákæruna.