Vildi ikki gjalda fyri hýruvognin

Ein persónur er skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar, eftir hann ikki vildi rinda fyri hýruvognin

Klokkan 02 í nátt varð løgreglan boðsend til ein hýruvogn, tí at kundin og hýruvognsførarnir vóru ósamdir. Kundin vildi ikki rinda fyri hýruvognin, sum hann helt kosta ov nógv.

Søgan sigur einki um, hvørt kundin rindaði fyri hýruvognin ella ikki, men hann fekk so eina bót á skilhaldsreglarnar, sum kostar nógva meira enn nakar hýruvognur.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at løgreglan í nátt hevur tikið fimm sett av nummarplátum av bilum, sum ikki hava rindað vegskatt, trygging ella ikki verið til sýn við bilinum. 

Viðvíkjandi málinum um ung, sum hava stolið í matvøruhandlum, sigur vaktleiðarin, at løgreglan nú hevur eyðmerkt øll tey ungu fólkini og tosað við fleiri teirra. Har vera 'sosialrapportir' skriaðar, sigur hann, sum merkir, at sosialu myndugleikarnir verða blandaðir upp í málið, tí talan er um fólk undir 18 ár.

Vaktleiðarin sigur, at tað má vera ein ávaring til tey ungu, um ikki at gera slíkt, tí handlarnir troyttast av hesum og melda málið hvørja einastu ferð. Og tá vakmyndatól eru, so eru lætt at eyðmerkja tey, ið stjala.