Tað hevur verið stak friðarligt kring landið í nátt.
Løgreglan sigur, at tey hava hjálpt onkrum fólki, sum eru avdottin, men tað er at kalla tað, tey hava hava havt at gera.
Men í í tí eina førinum, løgreglan skuldu hjálpa einum deyðadruknum dreingi á føtur, varð tað ein vinmaður, sum ikki vildi geva løgregluni arbeiðsfrið, men áhaldandi blandaði seg upp í, og ikki vildi akta boðini frá løgregluni um at geva seg til síðis.
Og tá ið løgreglufólkini vildu hava at vita, hvør hann var, vildi hann ikki siga navnið. Navn, bústaður og føðingardagur er annars tað einasta, fólk hava skyldu at upplýsa fyri løgregluni.
Tískil varð maðurin tikin á løgreglustøðina, men tá tók hann betri tankar fyri seg og segði hvør hann var, og varð síðani leyslatin aftur.
Løgreglan arbeiðir eftir eini nullhugsjón, hvat ólátaðum atburði viðvíkur. Tað merkir, at løgreglan góðtekur ikki ólátaðan atburð ímóti løgreglufólki.
Herfyri vant tað annars upp á seg, at fólk vóru ólátað ímóti løgreglufólki og ein stórur trupulleiki var, at fólk blandaðu seg upp í, tá ið løgreglan tosaði við fólk.
Tí varð gjørt av slíkur atburður skuldi fáa avleiðingar – hvørja ferð. Í slíkum førum fáa fólk tískil bót fyri at bróta politiviðtøkurnar – og verður bótin ikki rindað, fer málið í rættin rættiliga skjótt, so at revsingin fellur, ímeðan málið enn er feskt.
Annars hevur løgreglan kannað fleiri bilar í nátt, men allir bilførararnir vóru edrúir. Tó var tað ein av bilførarunum, sum hevði mist koyrikortið, og hann er nú skuldsettur fyri at koyra í frádømingartíðini.