Vildi ikki geva hassj-smuglarum harðari revsing

Markið er 10 kilo av hassji, men hetta var eitt lítið sindur minni

Seinasta summar smuglaði ein danskari 9,3 kilo av hassji til Føroyar. 

 

Hashið var smuglað í einum bili, sum var serliga innrættaður til smuglingina. Løgreglan tók mannin tá ið hann royndi at avhenda hassjið til ein føroyskan mann og eina føroyska kvinnu.  

Av tí at talan var um sera stóra nøgd av hasshi, og at muglingin harumframt var væl fyriskipað, hevði ákæruvaldið reist ákæru eftir revsilógini um grovan narkotikakriminalitet. 

Men ákæruvaldið fekk ikki viðhald í Føroya Rætti um, at dømast skuldi eftir revsilógini.

 

Ístaðin dømdi Føroya Rættur øll trý fyri brot á lógini um rúsevni. Lógin um rúsevni verður brúkt til minni álvarslig mál um. 

 

Ein grundgeving var, at markið fyri at koma undir revsilógina skal talan vera um 10 kilo av hassji. 

 

Men ákæruvaldið kærdi málið til landsrættin við kravi um, at tey ákærdu skuldu dømast fyri brot á revsilógina um grovan narkotikakriminalitet, og at revsingin harumframt skuldi herðast.

 

Ákæruvaldið vísti á, at talan var um eina sera stóra nøgd, sum kundi seljast fyri eina stóra upphædd í Føroyum. Harumframt var víst á, at talan var um eina professionella mugling, har fleiri fólk vóru uppi í bæði Føroyum og í Danmark. 


Men ákæruvaldið fekk heldur ikki viðhald í Landsrætturin tí í gjár staðfesti hann dómin hjá Føroya Rætti.

Staðfestingin merkir eisini, at føroyski maðurin fekk tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing, danin fekk eitt árs og seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, og kvinnan fekk eitt árs og tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

 

Tað hevur verið frammi, at í Føroyum kann hassj seljast fyri 250-300 krónur fyri grammið. Sostatt kundi hendan nøgdin verðið seld fyri onkustaðni ímillum 2,3 milliónir og 2,8 milliónir.