Vildi hjálpa Fróða

Tað tóktist, sum vóru B36arnir í villareiði, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki mikukvøldið.

Móti EB/Streymi misnýtti Mikkjal Thomassen fyri fyrstu ferð í ár, og tí ivaðust áskoðararnir eisini, hvør mundi fara at taka. Endin var, at Fróði Benjaminsen tók hetta, men tað var sjónligt, at Mikkjal og Fróði tosaðu saman undan sparkinum. Nakað sum Mikkjal Thomassen tó als ikki legði nakran serligan týdning í eftir dystin.
- Vit høvdu sum so ikki avtalað, hvør skuldi skjóta. Tað høvdu vit heldur ikki seinast, og tá vit so kortini vunnu tann dystin, hevur ikki verið tosað nakað serligt um skotið hjá mær
- Men hesa ferð vildi eg bara hjálpa Fróða við trýstinum, sum eg visti var á honum. Og tá hann so eisini setti bóltin í netið, so var tað jú fínasta slag, helt Mikkjal.
Hann ásannaði tó, at B36 bleiv trýst dekan ov langt aftur seinastu 20 minuttirnar, men hann helt eisini, at tað hevði sínar náttúrligu orsøkir.
- Allir mans hava nú tvær ferðir innan fýra dagar givið alt tað, sum teir hava í sær. Tað merkist, og tí koyrdu vit eisini eitt sindur flatir móti endanum.
- Men meira enn nakað, so haldi eg kortini, at spæligleðin nú er aftur. Vit hava havt eitt sera hart summar við Europa-cup fótbólti og ongari frítíð, og tað hevur kostað. Samstundis hava vit havt fleiri leikbann og skaðar, og tað hevur ikki gjørt støðuna betri. Men bæði í dag og sunnudagin haldi eg, at vit vístu, hvat vit megna, tá liðið er í mest sum sterkastu uppstilling.
Og er tað so nóg mikið til at vinna oddaliðið aftur?- Tað veit eg ikki. Vit kunnu bara gera okkara. Málið er púrasta greitt, at vit aftur skulu út í Europa komandi ár, og skuldi tað hent seg, at EB/Streymur snávar, so vilja vit vera til reiðar, staðfesti Mikkjal.