Kengulambið er heitið á fyrstu bókini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags. Evnið er ættleiðing, og søgan er ein, ið fagnar ymisleikan og kærleikans megi
- Tað var í roynd og veru dóttir mín, sum gav mær íblástur til hesa søguna, sigur rithøvundin Diana Kimpton, sum sjálv hevur ættleidd eina gentu.
Dótturin er brunoygd, men vildi fegin hava blá eygu eins og restin av familjuni.
Hon skrivaði síðani hesa bókina, sum er vorðin ein klassikari hjá foreldrum at ættleiddum børnum. Hetta er kortini eisini ein søga um at kenna seg øðrvísi enn hini børnini.
- Soleiðis kunnu øll børn kenna seg av og á. Og tí hevur tað týdning at hava vaksin rundan um seg, sum fagna ymisleikan og kærleikans megi, siga tey á Bókadeildini um hesa fyrstu útgávuna í ár.
Hetta er ein fitt og nemandi søga við stuttligum, mjúkum og elskuligum myndum. Bókin egnar seg sera væl sum upplestrar bók fyri teimum 3-7 ára gomlu.
Í bókini hittir einsamalla lambið ein kengura, sum so gjarna vil hava ein unga. Hon leggur tað lítla lambið í pungin og hoppar heim. Men hvat hendir, tá ið tað lítla lambið varnast, at tað er so nógv øðrvísi enn mamman?
Donsku útgávuna av Kengulambinum fekk Bókadeildin frá eini føroyskari mammu, sum helt, at tað manglaði ein bók sum hendan á føroyskum. Ein bók, sum lýsir, hvussu tað er at vera øðrvísi enn øll hini í familjuni. Eitt nú at hava øðrvísi hár- og húðalit ella krúllur.
Nú er hon so her, og kann keypast fyri 69 krónur.