Vildi heldur halda røðu í Odense enn tosa við útvarpið

– Hóast eg havi gjørt eina roynd at fáa samrøðuna bandaða ella flutta, so hevur hetta ikkilatið seg gjørt.

Tað sigur Jógvan Skorheim um orsøkina til, at eingin valsending verður við Sjálvstýrisflokkinum í útvarpinum í dag, sum annars ætlanin var.

– Túrurin varð lagdur til rættis í fjør, og eg havi játtað at halda røðu í samband við stóra tiltakið, sum felagið Føroysk Træseglskip standa fyri í Odense saman við Norðuratlantiska húsinum í Odense, sigur Jógvan Skorheim í tíðindaskrivi frá Sjálvstýrisflokkinum.

– Í dag eri eg ávegis til Odense at heiðra Merkinum og øllum teimum mongu træseglskipunum, sum stevna inn klokkan 18.00. Hetta havi eg sæð fram til, bæði tí at skipini umboða ein so stóran part av okkara mentanararvi, og tí at Merkið hevur havt grundleggjandi týdning undir okkara tjóðarbygging.

– Tí var valið faktiskt lætt. Tá ið samrøðan ikki kann flytast ella bandast, so velji eg sjálvandi at heiða Merkinum og okkara siglandi mentanararvi fram um eina einstaka útvarpssamrøðu um danska fólkatingsvalið, sigur einasta valevnið hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum stillar upp til fólkatingsvalið fyri ikki at møta á Christiansborg, skuldi hann verið valdur.