Tað sigur talskvinnan fyri føroyska Johannes Hansen eftir dómur varð sagdur í málinum í morgun.
Karen Benteke hevur veirð talskvinna fyri føroyska Ib Johannes Hansen, síðani føroyingurin varð álopin av trimum innflytaradreingjum 23. mai.
Dómur fall í málinum í morgun, og hin eini 16 ára gamli fekk tvey ár, meðan ein 15 ára gamal fekk eitt ár. Hin triði, ein 16 ára gamal, var fríkendur.
Hoyrið, hvat Karen Benteke segði við Rás2 í tíðindasendingini á miðdegi við at trýsta á pílin undir myndini.